Mótasniðgevin Sissal Kjartansdóttir Kristiansen fekk í dag norðurlendska herðaklappið frá Norrøna Felagnum í Føroyum.
Felagið hevur nú á fjórða sinni heiðra einum føroyingi, ið hevur verið við til at kunna um norðurlond í Føroyum ella Føroyar í Norðurlondum. Herðaklappið verður altíð givið á Norðurlandadegnum, 23. mars.
Sissal fær heiðurin fyri at hava dugað at seta føroyska samleikan inn í tær vørur hon skapar gjøgnum fyritøku sína, Shisa Brand.
- Shisa og Sissal hava á sín egna hátt dugað at gagnnýta tað serføroyska, og seta tað inn í ein annan, oftani rættiliga modernaðan samanhang. Oftast kennir tú tað serføroyska aftur í mynstrinum ella sniðinum, segði Turid Christophersen millum annað, tá hon gav Sissal herðaklappið.
- Eftir at Sissal Kristiansen í summar vann Blue Fashion Challenge, sum NORA skipaði fyri, hevur hon ferðast kring Norðurlond og aðra staðni við fyri at sannføra avgerðartakarar, brúkarar og starvsfelagar um virðið í at fáa burðardygd inn í klædnaídnaðin eisini. Ein tanki og hugskot, sum vit í Norrøna Felagnum taka fult undir við.
- Og tað er fyri hetta arbeiði, at umboða Føroyar á ein jaligan og virðiligan hátt serliga uttan fyri landoddarnar, at vit geva Sissal Kjartansdóttir Kristiansen norðurlendska herðaklappið og eitt gávubræv frá frá Atlantic Airwais, segði Turid Christophersen.
Undanfarnu móttakararnir av norðurlendska heraklappinum eru:
2015: Ragnar A. Jacobsen, útvarpsvertur
2016: Leif Sørensen, kokkur
2017: Torbjörn Nyström, stigtakari til svensk-føroyska orðabók