Norrøna samstarvið til viðgerðar
Norrøna Felagið skipar fyri almennari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 15. mai 2010.
Hvat fær føroyingurin burtur úr norðurlendska samstarvinum? Hetta er ein av spurningunum, sum ætlanin er at fáa svar uppá, tá Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri almennari ráðstevnu um norrøna samstarvið. Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 15. mai frá kl. 10 til 16.
Norrøna Felagið í Føroyum, sum skjótt hevur 60 ár á baki, ynskir við hesi ráðstevnu at fáa í lag eitt kjak um føroyska leiklutin í norðurlendska samstarvinum, og eitt av endamálunum við ráðstevnuni er at staðfesta, hvør tilverurætturin er hjá Norrøna Felagnum í Føroyum.
Tað verður Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við mentamálum, sum setir ráðstevnuna eftir at forkvinnan í felagnum, Eyrith Guttesen Leyni, hevur boðið vælkomin.
Síðan heldur skráin fram við fleiri áhugaverdum røðarum og framløgum, sum hvør á sín hátt skulu seta norðurlendska samstarvið í eitt føroyskt perspektiv. Høvuðstalari verður forkvinnan í Norrøna Felagnum í Íslandi, Ragnheiður H. Þórarinsdóttir. Millum evnini, sum verða viðgjørd á ráðstevnuni, eru føroyska málið, føroyska matmentanin, vinarbýarsamstarv, Jordjobb, Nordplus og talgildi fundarstaðurin Café Pantopia.
Eisini vera sangframførslur við Hanusi G. Johansen og Finni Jensen, sum báðir hava gingið á Norðurlendska Fólkaháskúlanum í Kungälv.
Tilmelding
Ráðstevnan er opin fyri øllum við áhuga fyri evninum. Kostnaðurin fyri luttøku er kr. 100,-, sum verða kravdar við dyrnar. Við í prísinum er eit krúss av serføroyskari fiskasúpan og flûtes á middegi og smurt breyð við onkrum drekkandi afturvið eftir ráðstevnuna.
Við tað at matur er við í prísinum, er neyðugt við tilmelding. Tilmeldingin fer fram við at senda ein teldupost til