OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-23
  • End Date: 2024-10-23

14 norðurlendskir ungdómar hava í summar verið í Føroyum og arbeitt í Jordjobb.

Á hvørjum ári leita ungdómar úr hinum Norðurlondunum til Føroya at arbeiða í Nordjobb.
Nordjobb er ein skipan, sum Norrønu Feløgini byrjaðu í 1985 fyri at geva norðurlendskum ungdómi eitt gott at vitja hini londini við at bjóða teimum eitt summarstarv.

Í ár hava norðurlendskir 13 ungdómar verið í Føroyum og arbeitt: 5 sviar, 4 danir, 2 finnar, ein norðmaður og ein íslendingur. Tey hava havt ymiskar uppgávur, alt frá at starvast sum gartnari hjá Tórshavnar kommunu til at standa í receptiónini í Kristianshúsi í Mykinesi.

Áhugin hjá føroyingum hinvegin at fara út í onnur lond at arbeiða undir Nordjobb, er tó ikki so stórur. Bert ein føroyskur nordjobbari er skrásettur í ár.
Orsøkin er helst, at tað stórt sæð eru fólk í lestrarørindum, sum taka av Nordjobb-tilboðnum, og tá flestu lesandi føroyingar eru uttanlands, hava tey ikki áhuga í hesum tilboðnum, men vilja heldur sleppa heim og finna sær eitt summarferiustarv sjálvi. Hetta er ikki óvanligt fyri smærri lond – júst sami tendensur sæst í teimum álendsku tølunum.

Sviin Jacob Mellåker hevur samskipað føroysku Nordjobb-verkætlanina í ár. Hann lesur í Svøríki, men frá januar mánaða og august mánaða út hevur hann starvast við Nordjobbarum í Føroyum, teir seinastu summarmánaðirnar við starvsstaði í Norðurlandahúsinum.
Jacob hevur fyrr verið í Føroyum sum Nordjobbari, og skilir og tosar føroyskt. Hansara uppgáva er at finna starvspláss og innivist til ungu fólkini, sum koma higar, og annars taka sær av praktiskum tingum, ikki minst seta saman eina spennandi frítíðar- og mentanarskrá fyri tey ungu.

- Vit hava gjørt alt møguligt í ár. Vit hava skipað fyri hugnakvøldum, verið á útferðum at ymsum slag, og so hava vit havt møguleika at vera við til tey tiltøk, sum hava verið í Norðurlandahúsinum, greiðir Jacob Mellåker frá.
Hann sigur, at áhugin at koma til Føroyar at arbeiða er stórur millum norðurlendskan ungdóm. Tey kundu gott gjørt pláss fyri fleiri, men tað hevur verið eitt sindur tungt at finna føroyskar arbeiðsgevarar, sum eru sinnaðir at taka ungfólk úr øðrum Norðurlondum.

Nordjobb-verkætlanin verður samskipað á høvuðsskrivstovuni hjá Norrønu Feløgunum í Malmö. 750 ungfólk verða send út á hvørjum ári.

Les meira um Nordjobb her

Nordjobbarar hava m.a. verið við á fleiri túrum, sum Felagið Tórshavn hevur skipað fyri í summar.

(Myndir: Felagið Tórshavn)