Norrøna Felagið í Føroyum var í dag, hósdagin 22. mars, medinnbjóðari til eina stak væleydnaðari móttøku á føroysku sendistovuni í Reykjavík.
Annika Olsen, samstarvsráðharri í norðurlandamálum, er í Reykjavík í sambandi við at Norðurlandaráðið heldur eykavund har Arktis er høvuðsevni. Føroyska landsstýriskvinnan verður í morgin ein av høvuðsrøðarunum, tá Norðurlandaráðið viðgerð Arktis í Altinginum á sjálvum 50 ára degnum fyri undirskrivingina av Helsingfors-sáttmálanum.
Við til móttøkuna vóru fleiri føroyingar búsitandi í Íslandi. Hartil vóru umboð fyri Løgtingið, Útnorðurráðið, íslendska uttanríkisráðið, russisku sendistovuna í Reykjavík og fyri FNF (Foreningarna Nordens Forbund)
Á móttøkuni fekk Hallstein Sigurðsson, formaður í Norrøna Felagnum høvi til at greiða frá arbeiðinum, sum verður gjørt í Norrøna Felagnum og í samstarvsfelagsskapinum FNF, ið er hoyringspartnari hjá Norðurlandaráðnum og Norðurlendska ráðharraráðnum í málum við fólksligum áhuga.
Móttøkan í dag var ein liður í eini ætlan at styrkja samstarvið millum politisku myndugleikarnar og Norrøna Felagið sum umboð fyri fólksligu norrønu áhugamálini. Ætlanin er at partarnir í størri mun skulu samskipa áhugamálini í sambandi við norðurlendskar fundir av týdningi í framtíðini.
Á myndini síggjast frá vinstru Hákun J. Djurhuus, sendiharri, Annika Olsen, landsstýriskvinna og Hallstein Sigurðsson, formaður í Norrøna Felagnum.