OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Nordplus Vaksin - innbjóðing

Fundurin verður í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum hósdagin 10. desember 2009. Fundurin byrjar kl. 09.00 og endar kl. 12.00.
NVL (Norðurlendskt netverk fyri læru hjá vaksnum) bjóðar øllum luttakarum morgundrekka frá kl. 08.30 og ein góðan bita á middegi.

Nordplus Vaksin er ein skipan hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum at menna samstarv um fólksliga upplýsing og undirvísing av vaksnum í Norðurlondum og Baltalondum. Hendan skipan vendir sær til øll feløg, áhugabólkar, stovnar og skúlar, sum hava við læring hjá vaksnum at gera.

Á fundinum fer umboð frá CIRIUS í Danmark, Henrik Neiiendam Andersen, ið hevur høvuðsábyrgd av Nordplus Vaksin skipanini, at kunna um bæði møguleikar og treytir til tess at fáa fíggjarligan stuðul.

Evni, ið verða til viðgerðar, eru m.a.:

  • Hvat slag av samstarvsvirksemi kann stuðul søkjast til?
  • Hvørjar upphæddir er talan um?
  • Hvussu finni eg samstarvsfelagar í hinum luttakaralondunum?
  • Hvat er ein góð umsókn?
  • Hvussu brúki eg online-umsóknarskipanini hjá Nordplus?
Harafturat fer samskiparin úr CIRIUS at vísa á úrtøku av norðurlendskum og baltiskum samstarvi, at greiða frá dømum um góða praksis, og at hugleiða um hví tílíkt samstarv er áhugavert, mennandi og læruríkt.
Næsta umsóknarfreist til Nordplus Vaksin er 1.mars 2010.

Á fundinum verður eisini ein stutt framløga um innihald og royndir við eini ítøkiligari Nordplus Vaksin verkætlan, sum ein føroyskur skúli er við.
Eisini verður ein stutt kunning um lutin hjá NVL (Netværk for Voksnes Læring) í hesum høpi, og á hvønn hátt hetta netverk kann nýtast til at stuðla og samstarva um menningar- og útbúgvingarátøk fyri vaksin í Føroyum.

Eftir døgurðan, kl.13,00, hava luttakarar høvi at fáa einstaklinga- ella felagsvegleiðing og/ella eitt prát um hugskot til Norðurlendskt samstarv við umboðið úr CIRIUS.

Luttøka er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding (vegna praktiska fyrireiking av ábiti o.ø). Tilmelding við at senda ein t-post til Altjóða Skrivstovuna, til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Seinasta freist at boða frá luttøku er fríggjadagin 4. desember.
Viðmerk navn/nøvn, arbeiðsstað (felag/stovn/skúla) og telefonnummar.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.