OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-23
  • End Date: 2024-10-23

Fyrrverandi formaður felagsins, Heðin M. Klein, fekk í gjár (20. oktobur 2016) handaða virðisløn M. A. Jacobsen's fyri fagrar bókmentir. Hetta fyri sermerkta yrkingarsavnið "Tað orðið", sum kom út í fjør.

Við loyvi frá fyrrverandi skrivara felagsins, Birgire Kruse, endurgeva vit her heilsanina, sum hann hevur skrivað til Heðin á Birk-blogginum:

Til lukku, Heðin!

Í dag fekk grannin, Heðin M. Klein, virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingasavnið Tað orðið.

Dómsnevndin sigur, at
"Tað orðið er sjáldsama heilskapað yrkingasavn,sum gjøgnum bønina gev mær uttan íhald sóknast eftir tí eina rætta orðinum fyri tað, sum ikki kann sigast. Talan er um eina langa yrking, ið vendir og snarar orðunum, dregur væntað og óvæntað brigdi fram í teimum og fagnar gjøgnum hesar rørslur lívinum, sum tað er. Við sínum serliga tónalagi og serstøku rytmu leiðir yrkingin lesaran langt inn í tilveruspurningar, sum hava alment gildi. Savnið er ein skaldslig rannsóknarferð inn í tað, sum formar og birtir undir tilvitsku okkara."

Tað er aðru ferð, at Heðin fær hesa okkara einastu virðisløn fyri fagurbókmentir. Fyrru ferð var í 1985.

Til lukku, grannin!


Myndirnar báðar tók eg í Tórsbyrgi 8 í november í fjør, tá Høgni Mohr lýsti Heðin í samrøðu í Skúlablaðnum.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.