OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-22
  • End Date: 2024-10-22

Spenandi fyrilestur verður um norðurlendskt fiskivinnusamstarv og politiska arbeiðið í útnorði í sambandi við aðalfundin hjá Norrøna Ungmannafelagnum, sum verður hildin í posthúskjallaranum í Havn hóskvøldið 25. februar 2016 kl. 19.00

Seinastu árini hevur NUF arbeitt miðvíst við at stovna eitt Ungdómsins Útnorðurráð, fyri at skapa ein politiskan pall fyri ung í útnorði. Í hesum sambandi kemur Kári P. Højgaard, limur í Útnorðurráðnum at greiða frá týdninginum av útnorðursamstarvinum og hvat Føroyar fáa burtur úr einum tílíkum samstarvi.

Limir í ungmannafelagnum fara eisini at greiða frá hvussu gongur við at skipa ungdómsins útnorðurráð.

Eisini kemur Ásmundur Guðjónsson, stjóri í NORA, at greiða frá norðurlendska fiskivinnusamstarvinum og hvør føroyski leikluturin er, og hvat vit kunnu brúka eitt norðurlendskt samstarv til á hesum økinum.

Tiltakið er alment.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.