Bankaskrædlið í eygum politikarans
Krónan er viknað, so nógv ferðafólk koma. Fiskurin kostar minni uttanlands, so meira verður útflutt. Fólk spara á skilagóðan hátt, binda troyggjur, heinta ber og ferðast í egnum landi í staðin fyri at fara av landinum.
Sum so ofta verður sagt: einki er so ringt, at ikki okkurt gott spyrst burturúr.
Mikudagin 20.januar 2010 kl. 19:00 fer Siv Friðleifsdóttir, altingslimur og fyrrverandi ráðharri í Íslandi, at halda fyrilesturin: "Hvussu upplivir ein politikari bankaskrædlið inni í tinginum og uttanífrá."
Fyrilesturin, sum er almennur og á norskum, verður í Norðurlandahúsinum. Norrøna Felagið i Føroyum skipar fyri.
Hví tað endaði so galið
Siv er í Framsóknarflokkinum, sum stjórnaði Íslandi saman við Sjálvstæðisflokkinum, tá bankarnir fóru á heysin og tóku við sær íslendska samfelagið.
Í fyrilestrinum fer hon at greiða frá, hví tað endaði so galið í Íslandi. Hvussu stjórnin, altingið og ikki minst fólkið svaraðu aftur.
Altingið setti eina kanningarnevnd, sum er um at vera liðug. Harafturat er norski-franski løgfrøðingurin Eva Joly sett at vera kanningarleiðari.
Siv fer eisini at vísa myndir, sum hon tók innan úr altinginum, tá kassirollukollveltingin feldi stjórnina í januar-februar í fjør. Hon fer at greiða frá engum royndum av, hvussu tað var, tá fólkið leyp á tjóðartingið.
Men bankaskrædlið var ikki bara ringt. Fólk brúka nú meira tíð saman við sínum næstu.
Siv Friðleifsdóttir fer eisini at tosa um fólkaatkvøðuna um Icesavelógina. Fyrilesturin verður á norskum.
"Politikari - ber tað til á høgum hælum?"
Ein góður spurningur, sum Siv Friðleifsdóttir, altingskvinna, fer at svara í Norðurlandahúsinum týsdagin 19.januar 2010 kl. 19:00.
Siv sigur, at svarið er ein uppskrift, sum sigur, hvussu fólk sjálv gerast politikarar, og hvussu til ber at hjálpa øðrum at gerast politikari. Hon hugsar serliga um kvinnurnar.
- Men, sigur hon, menn fáa meira enn so okkurt burturúr at koma og lurta og læra.
Siv (fødd í 1962) hevur verið ráðharri í sjey ár, kommunustýrislimur í átta ár og hon hevur verið í altinginum síðani 1995. Hon er eisini virkin í politiska norðurlendska samstarvinum.
Í Norðurlandahúsinum týskvøldið fer hon at greiða frá, hvussu hon gjørdi, tá hon fór upp í politikk. Hvussu hon valdi sær nøkur mál, sum hon brennir fyri, hvørjum áhugabólkum, hon var í, hvussu hon brúkti networking og heimasíðu sína, hvussu hon svaraði ágangi aftur og, hvussu hon koyrdi á seg sjálva í mótgangi.
Eisini fer Siv at tosa um, hvussu flokkarnir í Íslandi hava roynt at fingið fleiri kvinnur upp í politikk. Altingið samtykti eitt uppskot hjá Siv Friðleifsdóttur um at seta ein almenna nevnd at virka í fimm ár fyri at fáa kvinnur við í politikkin (samanber Demokratia hjá okkum). Sjálv var hon forkvinna í nevndini til hon gjørdist ráðharri.
Siv hevur myndir frá arbeiðinum hjá kvinnunum í hennara egna flokki, Framsóknarflokkinum, millum annað frá hørðum maktkampum. Myndir eru eisini frá kvinnudegnum í Íslandi, tá kvinnurnar fóru úr arbeiði sínum út á gøturnar at gera vart við javnstøðu.
Fyrilesturin týskvøldið 19. januar 2010 kl.19.00 í Norðurlandahúsinum er almennur, og hann verður á norskum. Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri.