OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-24
  • End Date: 2024-10-24

Týskvøldið 2. desember 2014 kl. 19.30 skipar Norrøna Felagið fyri fundi í Mettustovu, har evnið er Markaforðingar í Norðurlondum.

Vit fáa vitjan av Marjuni Magnussen, ið er føroyskt umboð í norðurlendska Markaforðingarráðnum.

Marjun fer at greiða frá arbeiðinum í Markaforðingarráðnum, um hvørjar forðingar føroyingar møta í øðrum Norðurlondum, og hvørjar forðingar norðurlendingar møta í Føroyum.

Markaforðingarráðið hevur sett sær fyri at loysa eitt ávíst tal av forðingum á hvørjum ári. Hoyr meira um hvørjar hesar eru, og fá møguleika til at gera tína ávirkan galdandi um hvørjar forðingar eiga at verða loystar ella verða fyribeindar í komandi árum.

Norrøna Felagið bjóðar kaffi og smákøkur.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.