OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-22
  • End Date: 2024-10-22

Fríðunn Bolstad Mortensen, sum gongur í 10. flokki á NámX í Tórshavn gjørdist ein av trimum vinnarum í eini skrivikapping, sum norska Norrøna Felagið júst hevur skipað fyri.

Felagið bjóðaði, í samstarvi við norsku limunum í Norðurlandaráðnum, øllum norðurlendskum næmingum við til skrivikappingina, har vinningurin er ein dagur saman við norðurlendskum politikarum og øðrum í sambandi við at Norðurlandaráðið hevur sín ársfund í norska høvuðsstaðnum, Oslo, seinast í mánaðinum.

Næmingarnir skuldu skriva um hav og umhvørvi, og ein dómsnevnd hevur nú valt tríggjar vinnarar burtur úr teimum nógvu tekstunum, sum komu inn

Avbjóðingin ljóðaði soleiðis: Hvussu kunnu vit í Norðurlondum skipa eina trygga og góða framtíð fyri havinum, umhvørvinum og komandi ættarliðum? Ein dómsnevnd hevur hesa vikuna lisið tilnevndu tekstirnar og hevur kosið tríggjar vinnarar, ið allir vísa málsligar gávur og tilvitan um umhvørvið.

- Úr Føroyum í vestri til Finnlands í eystri hava norðurlendskir ungdómar latið inn tekstir, sum vit hava valt ímillum. Tekstirnir vóru á skandinamiskum málum umframt føroyskum og finskum. Teir tilnevndu tekstirnir hava eitt høgt støði vísa tíðuliga, at nógv ung taka hend spurning í størsta álvara, sigur dómsnevndin í grundgeving síni.

Vinnandi næmingarnir eru allir 15 ár, og eru Martine F. Denstedt úr Noregi, Mira Sagulin úr Álandi og føroyska Fríðunn Bolstad Mortensen.

Dómsnevndin sigur soleiðis um vinnandi tekstin hjá Fríðunn Bolstad Mortensen:

"Havið dýra undur" er ein poetiskur tekstur, ið byggir á yrkingar og søguligar avturlítingar, tekur fram stoltleikan av egnu náttúru og nýtir lokal dømir frá heimstaðnum hjá høvundanum, Føroyum. Høvundurin vísir á góðan hátt samanhangin millum búskaparliga og umhvørvisliga burðardygd, og hvussu dálkingin í havinum ávirkar okkara spísikamar. Høvundurin vísir eisini á ítøkiligar atgerðir: Frá festivali sum ávirkingarmegi - til tørvin á meiri norðurlendskum samstervi".

Í dómsnevndini sótu:
Gaute Eiterjord, formaður í felagsskapinum Natur og ungdom
Ruth Grung, stórtingslimur og limur í Norðurlandaráðnum
Nina Méd, redaktørur á norska Gyldendal forlagnum
Jon Olav Økland, limur í Ungdómsnorðurlandaráðnum
Embret T. Rognerød, redaktørur í norska Norrøna Felagnum.

Havið dýra undur.docx(15 KB)

Havið dýra undur.pdf(140 KB)

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.