Fyrstu ferð
Limatiltakið Norðurmót varð fyri fyrstu ferð hildið á Reinsarínum 5. januar 2023.
Eini 45 fólk luttóku á fundinum, sum var ætlaður limum felagsins og embætisfólkum, sum varða av norðurlendskum samstarvi í Føroyum. Fleiri av teimum møttu, bæði limir og røðarar, hildu tað vera eitt gott hugskot við einum slíkum árligum fundi, har teir ymisku partarnir í norðurlendska samstarvinum kunnu greiða frá og birta undir samstarv millum føroyingar.
Skráin
Skráin var hendan:
Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum:
Úrslit av Norðurlandaráðsins samstarvi í 2022, og ætlanir í 2023.
Petur Petersen, limur í Norðurlendsku samstarvsnevndini:
Hvussu hilnaðist 2022 í Norðurlendska ráðharraráðnum, og hvørjar uppgávur liggja fyri framman.
Águsta Gisladóttir, íslendsk sendikvinna í Føroyum:
Íslandska formansætlanin í Norðurlendska ráðharraráðnum í 2023.
Torbjörn Nyström, formaður í Norrøna felagnum:
Ætlanir hjá Norrøna Felagnum í 2023.
Onnur, sum hava nakað at boða frá á sínum øki um tiltøk í 2023.
Nýggi norðurlendski samstarvsráðharrin
Millum røðararnar var eisini nýggi norðurlendski samstarvsráðharri Føroya, Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógar- og innlendismálum. Hann greiddi millum annað frá, at hann hevur eina drúgva og virkna fortíð í norðurlendskum ungdómspolitiskum samarbeiði.
Eftir ætlan verður Norðurmót aftur í januar 2024.
Myndir
Limafundurin NORÐURMÓT 2023 varð hildin á Reinsarínum hósdagin 5. januar 2023 kl 16:00 – 18:00 fyri øllum limum felagsins og embætisfólkum á teimum ymsu politikkøkjunum í Norðurlendska ráðharraráðnum.
Skrivarins notat frá Norðurmótinum:
Ásmundur Guðjónsson, nevndarlimur í Norrøna Felagnum, bjóðaði limum í Norrøna Felagnum og embætisfólkum á teimum ymsu politikkøkjunum í Norðurlendska ráðharraráðnum, vælkomnum til Norðurmót 2023.
Kristina Háfoss
- Filmur um Nordiska rådet 70 år
- Virksemið í 2022 merkt framvegis av koronufarsóttini og krígnum í Ukraina.
- Tvey høvuðstema:
- norðurlendsk krepputilbúgvingarsamstarv, nevnd sett at koma við tilmælum;
- hitt er norðulendskt trygdar- og verjupolitiskt samstarv, m.a. sum úrslit av, at Svøríki og Finnland hava søkt um limaskap í NATO - Burðardygd í norðurlendsku vælferðarskipanini, nakað sum arbeitt varð við, áðrenn korona, og sum varð sett á pausu
- Skapa karmar fyri teir 87 norðurlendsku parlamentarikararnar, tað er ein av høvuðsuppgávunum hjá okkum
hittast fimm ferðir um árið, minnir um løgtingsarbeiðið, við nevndararbeiði, samtyktum v.m. - Januar - fyrsti formligi fundur millum Norðurlandaráðið og ES-parlamentið - hvussu kann samstarv skipast formligt?
- Mars - temasessión - evnið broytt í síðstu løtu: hvussu kunnu Norðurlond stuðla Ukraina í verandi støðu? Skuldi vera: hvussu tryggja vit burðardygd í vælferðarskipanunum í Norðurlondum
- September - aftur í Ukraina (sv. Baltic Assembly, sum svarar til Norðurlandaráðið, hava eitt vist samstarv) - við andstøðupolitikarum úr Belarus
- vinarbólkar av parlamentarikarum, ikki traditión fyri tí í Føroyar.
- Oktober-november - trygdarpolitikkur aftur á skránni, fýra dagar, atkvøðugreiðslu um mong evni, men Danmark, Føroyar og Grønland vóru ikki umboðaði, tí tað var val.
- Mál:
Hvussu kunnu vit virka út yvir teir 87 parlamentarikarar?
Styrkja samstarvið millum parlamentini, kjakast um útvald evni. Skulu vit hava felags strategiir?
Nettrygd, samstarv um felags nettrygdarætlan, savna vitan v.m. - Ráðharraráðið og Norðurlandaráðið - størri samstarv - Ráðharraráðið hevur ein mia. til sítt virksemi.
Altjóða strategi hevur fylt nógv, altjóða virksemið, 2018-22 strategi, nýggj strategi samtykt av formansskapinum í desember 2022 - hvat er okkara virðisgrundarlag, tá vit fara út í verð? - Yrkisútbúgvingar í Norðurlondum, eisini eitt mál, arbeitt hevur verið við, mangla felags…
- Ungdommens Nordiske Råd - samskift við sekretariatið hjá teimum, bjóða teimum við á fundir, gott samstarv - uppskot til Norrøna Felagið at leggja dent á hetta, tí tað eru fleiri ung í Føroyum, sum hava áhuga fyri tí.
- Formansskapurin í Ráðharraráðnum og Norðurlandaráðnum roterar.
- Føroyar: umsókn um sjálvstøðugan limaskap liggur í nevnd; Føroyar og Danmark mugu finna eina loysn, siga hini, so taka tey undir við tí - føroyskir og danskir parlamentarikarar í Norðurlandaráðnum mugu tosa saman. Hetta er eitt gott tiltak
- §23 - um ein ynskir at vera virkin, ber tað til - øll mál, sum verða tikin upp, viðvíkja Føroyum so ella so. Ætlan: endurskoða Helsingfors-avtaluna, við støði í broyttu støðuni, kommisión verður sett, ikki dagførd í 27 ár, heilt vist viðkomandi fyri Føroyar eisini
Petur Petersen
Limur í Norðurlendsku samstarvsnevndini (Ráðharraráðið).
- Norðurlandapolitikkur - nýtt, settur í verk í 2021
- "Tøma" Álandsskjalið - 2007: vit loyva Føroyum at fáa størri ávirkan; fáa øll rættinidi fram til fullgildan limaskap, men bara ikki limaskap - men nú, vit gjørdu/fóru at gera ein Norðurlandapolitikk, kom hetta upp, saman við at søkja um fullgildan limaskap
- umráðandi at arbeiða samlað, ráðharrin í Norðurlandamálum syrgir fyri at savna hinar ráðharrarnar um tað Norðurlendska samstarvið, so tað verður arbeitt samla
- Taka lut í øllum Norðurlendskum arbeiði
- Fingu fullgildan limaskap í NEF (Nordisk Energiforskning) og í NordForsk
- Taka lut í Haga-samstarvinum (tilbúgving o.a.)
- Setan av nýggum GS (broytt setanarmannagongd) - Karen Ellemann júst sett - tað hevur ikki altíð verið so objektivt, hesa ferð varð starvið lýst leyst, ikki vanligt áður.
- Visjón 2030 (Grøn norðurlond etc)
- Styrkja grannasamstarvið fyri vestan (Skotland o.o.)
- El-rikni alibáturin hjá Bakkafrost og grøna orkuætlanin í Leirvík (peningarligur stuðul).
- Vera við - virkin og loksins proaktiv
2023 - mál
- fullgildan limaskap í NR og NMR
- styrkja norðurlenska samstarvið í Føroyum - gott við hesum tiltakinum
- halda fram at "tøma" Álandsskjalið
- styrkja og standa sman um norðurlendska samstarvinum í øllum liðum
- røkka fram til proaktiva luttøku
- styrkja grannasamstarvið fyri vestan
- styrkja Útnorðursamstarvið - hetta styrkir okkara støðu í NMR
- næsta virkisætlanin 2025-30 í Visjón 2030 (fáa størst møguliga ávirkan)
Bjarni Kárason Petersen
Nýggjur landsstýrismaður í Norðurlandamálum.
- presenteraði seg sjálvum, nógv virkin í norðurlendskum ungdómsarbeiði, forseti í norðurlendska felagnum hjá liberalum ungum
- taki uppgávuna sum landsstýrismaður í N. í størsta álvara - styrkja samstarvið, mentan v.m., tryggja flytføri, beina burtur markaforðingar; børn og ung eisini týdningarmikið, góður gróðrarbotnur, bara ein spurningur um at stimbra tað - vit líkjast, somu virðir, málini líkjast, hótt av enskum, tað talgilda ger, at tað norðurlendska fær ein annan leiklut - tey ungu mugu takast við, fáa størri ávirkan
- keðiliga støðan: kríggj - trygdarmyndin broytt, krevur samstarv um verju, trygd, tilbúgving - ’tíverri' má hendan uppgávan raðfestast
- limaskapurin - at síggja til er ein ósemja, annars verður vælvild sýnd, kundi hugsað mær at arbeitt víðari við tí, s.v. mínum embætisfólkum o.ø. Í øllum førum vísa, at vit taka tær heimildir, sum vit hava, í álvara - krevur fólk, engagement, pengar, luttøku - so kanska seta størri ressoursir av til hetta.
Águsta Gisladóttir
Íslendsk sendikvinna í Føroyum.
- Et grønt Norden - bl.a. islændinge kommer til F. for at se på vindmølleenergisystemer
- Et konkurrencedygtigt Norden - bl.a. fremme udviklingen af sprogteknologier
- Et socialt bæredygtigt Norden - også ligestilling
- Fred (det ’fjerde’ emne, som Island ønsker) - der har ikke været krig i Norden i 500 år, ikke i Island siden 1240
- Samarbejdsministeren - Guðmundur Ingi Guðbrandsson
- Norden - en kraft for fred - Norden.org, http://facebook.com/nordensk