OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-24
  • End Date: 2024-10-24

Nevndin í Norrøna Felagnum heldur fram við sama formansskapi. Nevndin hevur skipað seg eftir aðalfundin í mars mánað, og avgjørt varð, at formansskapurin verður hin sami við Hallstein Sigurðsson sum formanni og Eyðrit G. Leyni sum næstforkvinnu.

Hallstein Sigurðsson stóð fyri vali, og hann varð afturvaldur á aðalfundinum 27. mars. Nývald í nevndina er Brynhild Næs Petersen úr Fuglafirði, sum kemur í nevndina ístaðin fyri Caritu Bjørklund, ið ikki ynskti at halda fram í nevndini.

Tiltakslimir eru Turið Christophersen og Rannvá Biskopstø. Tórleivur Hoydal heldur fram sum grannskoðari í felagnum við Jens Marius Poulsen sum tiltaksgrannskoðara.

Limagjaldið í 2012 er óbroytt: Kr. 120,- um árið, ið kann gjaldast inn á konto hjá felagnum í Bank Nordik: 6460-153.224.5

Eftir aðalfundin greiddi Annika Olsen, landsstýriskvinna við norðurlandamálum, frá um samstarvið millum Norðurlond, har hon serliga legði dent á tær uppgávur, sum fólksligar rørslur, sum t.d. Norrøna Felagið, kunnu gera fyri at fremja hetta samstarvið.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.