OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-22
  • End Date: 2024-10-22

Í sambandi við at Norrøna Ungmannafelag Føroya hátíðarheldur føroyska flaggdagin við at skipa fyri kaffistovu og fyrilestrum við Hanusi Kamban og Sámal Tróndi Finnsson Johansen í Posthúskjallaranum í Havn leygardagin, savna tey eisini til “Meðan vit bíða” hjá Miðlahúsinum, sum er eitt átak, har savnað verður inn til børn í Føroyum, sum liva í fátækraváða.

- Í fjør var kaffi, te og kaka at fáa fyri 20 kr., men í ár gera vit tað soleiðis, at allur peningurin fer óskerdur til átakið “Meðan vit bíða”.
Sjálvt um vit ikki er eitt partapolitiskt ungmannafelag, so er eingin ivi um, at vit halda tað er umráðandi, at øll børn í Føroyum hava møguleikan til at fáa eitt gott lív, og at eingin skal liva í fátækradømi, sigur skrivarin í felagnum, Laura Apol.

Norrøna Ungmannafelag Føroya varð stovnað 8. februar í fjør og hevur til endamáls m.a. at seta fokus á norðurlendska mentan, gera Føroyar meira sjónligar millum ung í Norðurlondum, men eisini at styrkja og betra samstarvið millum ung í teimum norðurlendsku londunum.

- Fólk skulu vera so hjartaliga vælkomin framvið Posthúskjallaranum leygardagin frá kl. 16-18 aftaná skrúðgonguna á Vaglinum til áhugaverdar fyrilestrar og hugnaligum kaffistovupráti.

Hanus Kamban fer at hugleiða um stríðið um Merkið og um tjóðskaparrørsluna ta tíðina.

Umframt hetta, kemur Sámal Tróndur Finnsson Johansen at greiða frá, hvat tað síðani merkti at fara frá einum donskum amti til eitt føroysk heimastýri.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.