OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-22
  • End Date: 2024-10-22

Í døgunum 27. til 29. juni 2014 luttók næstforkvinnan í felagnum, Eyrith Guttesen Leyni, á vinabýastevnu í svenska býnum Eslöv, ið liggur ikki so langt frá Malmö í Skåne (Skáni).

Talan er um vinabýarketuna, sum Tórshavn einaferð var limur í. Norrøna Felagið í Føroyum fekk innbjóðing at vera við á stevnuni í ár, og Eyrith – sum hevur verið á slíkum stevnum fyrr – tók av. Ein roynd varð gjørd at fáa aðrar limir við, men tíverri var áhugi ikki til staðar.

Eftir stevnuna hevur Eyrith skrivað frágreiðing frá ferðini.

 

Ferðafrágreiðing

Vinarbýarstevna í Eslöv 27.juni - 29.juni 2014

Fyrst fari eg at greiða frá míni vertsfamilju, sum var sera føroysk áhugað: Nils-Erik Winther og Gunhild Winther í Esløv, Svøríki.

Eg kom inn í eitt heim, har fult av føroyskum tilfari og bøkur vóru á borðinum, og Nils-Erik Winther greiddi mær frá sínum sambandið við Føroyar. Hann hevði nógv samband við Sverra Dahl í Sandagerði,sum greiddi honum frá pastor Rasmus Jørgen Winther, ættarfaðir hjá Nils-Erik, hann var prestur í Havn frá 1749 til 1799 og doyði 50 ára gamal av týfus.

Pastor Winther lat Sandagerð byggja

Tá Pastor Winther kom til Føroya, skuldi hann búgva úti á Reyni í Prestagarðinum har, men presturin ella folkið í húsinum vildi ikki flyta út, so pastor Winther fekk sær bústað aðra staðni, og søkti um at fáa bygt nyggjan prestagarð í Sandagerði. Tað bleiv gjørt, og flutti hann í prestagarðin í Sandagerði sum fyrsta fólk.

Eisini savnaði hann pengar inn fyri at gera nýggjaHavnar kirkju og nýggjan kirkjugarð á Svínaryggi, og har liggur hann sjálvur.

Tríggjar dagar áðrenn pastor Winther doyr, varðhann kallaður til Kirkjubøar, tí dóttir tann Patursson bónda sum var tá, varsjúk. Hann fór, og doyði tríggjar dagar seinni.

Relieff í Havnar kirkju

Eitt bronsurelief er givið Havnar kirkju á 200 ára degnum fyri kirkjuna, og hongur á vegginum beint við endan av balkongini fremst høgrum megin við vindeygað.

Á relieffinum stendur: Sognepræst Rasmus Jørgen Winther 1749 - 1799
(Skapad av billedhuggeren och skulptören Bengt Inge Lundquist som fångat Færøerne med bibeln som centralpunkt och fjärilen evighedslängtan, begge symbolern finder man på R. J. Winther’s gravsten á Svínaryggi í Thorshavn. Skänkt af Cai Fr. Winther (1916-2007), Skillinge)

Form og ide Niels-Erik Winther, Kävlinge, tryck Peter Winther, Staffanstorp. Eget forlag 2012, hettar stendur á slektsbindinum sum eg fekk eitt kopi av.

Vinir í Føroyum

Nils-Erik Winther er vinur við Thorolf Björklund og pastor Steinholm, sum býr í prestagarðinum í Sandagerði, og hann hevði eisini góða kontakt við Eivind Wilhelm sála.

Nils-Erik hevur verið fleiri ferðir í Føroyum og følir seg knýttan til Føroyar gjøgnum sína slekt. Nils-Erik hevur givið Símun Arge jarðfrøðingi nógvar upplýsingar at varðveita.

Willumsen í Birkerød

Eini onnur hjún búðu eisini hjá Wintherfamiljuni. Tey komu frá Vedbæk, og familjunar høvdu búð hjá hvørjum øðrum áður, tey hoyrdu til Birkerød vinarbýin.

Tað var John og Marianna Willumsen. Tey høvdu verði í Fuglafirði fyri 2 árum síðani, og búð í læknahúsinum har, tey vóru vinfolk við læknaavloysaran. Tey høvdu tikið ein film um alt Føroyar, sum tey høvdu við og vístu Winther familjuni fyrsta kvøldið. Har sótu tey til døgurða hjá Petur Martin og Unnu, foreldrunum hjá okkara nevndarlimi Brynhild Næs Petersen.

Tá vit høvdu fingið frokost hjá Wintherfamiljuni fyrsta dagin, høvdu tey ætlanir um at vit skuldu fara til Lund og síggja Historiska Museum, og tað var bara so áhugavert, vit vóru eisini inni í Dómkirkjuni í Lund.

John hevur arbeitt í donsku verjuni á Holmen í 40 ár og er civilverkfrøðingur og Marianna var biologilærari á HF skúla í Vedbæk. Hesi bæði fittu folk avheintaðu meg á Amager og koyrdu meg heimaftur aftan á stevnuna, og vit blivu stak væl.

Boðin heim til Vedbæk

Tá eg takkaði fyri túrin í teldubrævið, spyr Marianna um vit ikki høvdu hug at koma til frokost leygardagin øll familjan, og eg takkaði og eg og Ian og báar døtur hansara fóru til Vedbæk í fagrasta veðri og har stóð Marianna og tók ímóti, og hon koyrdi ein túr á bátakajina har og keypti livandi reyðsprøkur. So heim til hennara, eitt veldugt hús inni í einum skógi, 2.400 fermetrar fult av plantum og trøðum.

Aftan á ein góðan frokost bjóðaði hon okkum at síggja Frederiksborg slot, tað var opið í juli mánaði, so vit kundu sleppa inn at síggja alt við ferðaleiðara, og tað var sera áhugavert. Gentunar høvdu ongantíð verði á kongaslotti fyrr.

Tá vit so komu heim til hennara aftur, tá vildi hon absolut steikja reyðsprøkur og bjóða lagkøku. Vit vóru ikki heima fyrr enn kl. 21 um kvøldið, eg hevði bara ætlað at verða til kl. 15, tey vóru sera gestablíð.

Vinarbýarstevna í Eslöv

Aftaná góða gisting fyrstu náttina, skuldu øll møtast í Medborgarhuset í Eslöv og fáa skilti við navn og nationalitetsflaggi og heilsa uppá tey fólk sum vóru har.

Eg bleiv væl móttikin av Yvonne, sum var forkvinnafyri Föreningen Norden Eslöv. Hon er ferðaleiðari í sínum dagliga arbeiði, hon hevði haft samband við Hildu Thomsen í Føroyum um at fáa nótan til okkara tjóðsang.

Yvonne bjóðaði øllum at verða vælkomin, og greiddi okkum frá skránni næstu dagar.

Síðani skuldu øll londini presentera seg og syngja tjóðsangin.

Úr Gardabær vóru bara 5 folk komin, og formaðurin, Hilmar Ingolfsson, segði, at hann hevði besta hugin at taka meg uppí hjá teimum. Men Føroyar vilja standa fyri seg sjálvar, legði hann so afturat. Hilmar greiddi mær seinni frá, at Marita Petersen, sála, fyrrv. løgmaður og hann kendust sera væl. Tey vóru bæði lærarar og høvdu verið saman í Føroyum til norðurlendskan lærarfund. Tá hevði hann verið í Tinganesi og lært at dansa føroyskan dans, við trinunum tvey til vinstru og eitt til høgru, júst sum í politikki, segði hann. Vit tosaðu íslendskt saman og tey 5 úr Íslandi vóru sera góð við meg.

Tá Føroyar skuldu præsenterast, læs eg taluna upp, sum Ingi Samuelsen hevði skrivað, og nógv varð klappað.

Har skuldi eisini syngjast tjóðsangur á føroyskum, og eg varð biðin um at fara upp á pallin og syngja fyrsta ørindið saman við einum manni sum spældi klaver og eini svenskari konu sum hevði øvað seg at syngja sangin, (hon líktist eini konu úr Nólsoy) eg føldi meg trygga við hana, og so sungu vit fyrsta ørindið, og tað gekk væl og øll klappaðu.

Atlant med återkomst

Kl. 1230 var lunch og tá kom ein svenskur søgufrøðingur, Håkan, og heilsaði upp á meg. Hann fortaldi, at hann hevði verðií Føroyum í trýssunum og hevði gingið til Múla, og at hann var so áhugaður í fuglum. Hann vildi geva mær eina bók um Føroyar á svenskum, hon var í trimun fasum, okkurt heilt gamalt og nakað frá trýssunum.

Bókin eitur “ATLANT med en återkomst” av Sven Barthel, sera áhugaverd. Eg takkaði fyri bókina og vit prátaðu alla tíðina saman.

Kl. 1330 helt Fredrik Jacobsen fyrilestur har hann gjøgnumgekk norðurlendska samstarvið, Nordjobb, Helsingforsavtaluna, ymisk samstørv millum felagsskapir og gjøgnum vinarbýir.

Aftaná fyrilesturin blivu vit víst runt í hesum fína Medborgarhúsi, sum er ístandgjørt, síðan eg var har síðst. Síðan var kaffi við meira og so á Leksaksmuseum, eitt veldugt øki við gomlum leikum. 450 m² modeljarnbreyt. Tað byrjaði fyri 55 árum síðani, tað bleyv bara meira og meira, tokini, vognanir og húsini. Heilt fantastiskt.

Um kvøldið var døgurði hjá vertsfamiljum. Mín vertsfamilia, Nils-Erik Winther og Gunhild, høvdu eisini boði einum finskum pari til døgurða hettar kvøldið, tey høvdu búð hjá hvørjum øðrum, so vit vóru 7 folk til døgurða hjá Winther. Tað var stak hugnaligt.

Tann 28. juni var busstúrur til ymisk slott og kirkjur. Vit hoyrdu nógva søgu um hesi slott, sum høvdu verði donsk, hvussu Svøríki og Danmark kríggjaðust um Skáne, serliga kongarnir, tí er dialektin so bronglað við júskum og svenskum, nakað sum á Bornholm, teir vildu ikki verða svenskir.

Søgufrøðingurin Håkan fortaldi at Skåne var tað mest stríðsmæssiga økið í Svøríki. Tað hevur verið danskt einaferð, nógv donsk slott eru í Skåne. Tá danski kongurin misti Skåne koyrdi hann fyri vindeyðuni á Kronborg slotti – hann vildi ikki síggja yvir til tað mista landið.

Saknur í føroyingum

Um kvøldið var veitsludøgurði. Kommunalpolitikarar søgdu nøkur orð, og tann svenski politikarin segði, at ístaðin fyri at siga skál, skuldu vit siga seks. Eg skilti ikki beinavegin, men tað var tí, at vit vóru seks lond saman og at teu høvdu sett 6 trøð niður í parkini, eitt fyri hvørt land, og tað stóð eisini at lesa í bløðunum morgin eftir.

Har var veitrað við føroyska flagginum saman við hinum. Tann finska forkvinnan fyri Foreningen Norden í Jacobstad, Kristina, vildi gjarna hava at føroyingar komu við til næstu vinarbýarstevnu um 2 ár í Jacobstad, hon mintist aftur á tá hon var eina heila viku í Føroyum á vinarbýarstevnu í allar fagrasta veðri, og tá vóru 102 persónar við úr Eslöv.

Tá vit skuldu seta okkum við veitsluborði spurdi Marianna um vit ikki bara skuldu deila okkum, so vit komu at sita ymist og fáa kontakt við onnur eisini. Tá kom eg at sita saman við einari damu úr nevndini í Birkerød, Grethe Kjærgaard. Hon segði, at øll so gjarna vilja til Føroyar, men tey høvdu ikki ráð at gjalda 1.000 krónur, fyri gisting eina nátt, tað hevði verði fínt um tey fingu bed and brekfast hjá okkara limun í NF.

Um tað so var, at tey samlaðust í Føroyum, so kundi Tórshavnar Kommuna stuðla, tá tað snýr seg um fleiri lond. Georg Møller formaður fyri Foreningen Norden fyri Birkerød, nú Rudersdal, tosaði nógv við meg. Vit hava hitst ofta á seminarfundum saman við hinum Norrøna feløgunum.

Eg bleyv væl við allar formenninar í vinarbýunum, og tey vildu hava meg við á teirra planleggingarfund um næstu stevnuna í Jacobstad. Tey vónaðu, at fleiri kundu koma við úr Føroyum næstuferð, tað var áhugavert at verða við til fundin.

Heilsanir við heimaftur

Næsta fyrrapart møttust øll, og vit vitjaðu eina gamla kirkju frá 1100 talinum, og fingu fortalt um kirkjuna. Har vóru hørpuleikarar sum spældu, bæði inni í kirkjuni og uttanfyrði.

So var lunch við Trollenæs/søen og harmonikan spældi, og øll høvdu hug at dansa.

Nú kom túrurin til at siga farvæl við øll - ein væleydna stevna var komin at enda.

Eg fekk nógvar heilsanir til fólk, sum teykendu í Føroyum:
- Til Eyleyg frá Rolf og Anne, Asker
- Til Fanny frá Ninni Weitoft, Eslöv
- Til Johild Kamban frá Halldóru Ingibergsdóttir, Gardabær
- Til prest Steinholm frá Nils-Erik Winther, Eslöv
- Til Björklund frá Nils-Erik Winther, Eslöv
- Til Óluva Skaale og Eydnu frá hennara vertsfamiljuí Eslöv.

 

Myndir

Myndir frá ferðini hjá Eyrith kunnu síggjast her:

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.