OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-24
  • End Date: 2024-10-24

Hósdagin 18. september 2014 verður fólkaatkvøða um sjálvstýri í grannalandi okkara, Skottlandi. Í hesum sambandi skipar Norrøna Ungmannafelagið fyri einum tiltaki við fyrilestrum, har tað eisini verður møguleiki at fylgja við skotska valinum.

Fyrstur at greiða frá verður fyrrverandi formaðurin í Meginfelag Føroyskra Studenta, Regin Berg, ið hevur lisið altjóða politikk við fróðskaparsetrið í Aberdeen í Skotlandi. Hann fer at greiða frá søguligu gongdini í Skottlandi og hugleiða um hví loysingarvongurin er vorðin so nógv sterkari hesi seinastu 30 árini.

Næstur verður fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrður Skaale, ið er útbúgvin cand. scient. pol. við fróðskaparsetrið í Keypmannahavn.

Hann fer at práta um nýggju nationalismuna í Evropa, ið av álvara er um at fáa fótin fastan. Nationalisman hevur tó ymisk andlit og ymisk endamál. Ein høvuðsmunur er, at meðan nakrar nationalistiskar rørslur venda sær móti ES, taka aðrar undir við ES

Tiltakið hjá ungmannafelagnum verður í Perluni frá klokkan 19.00

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.