OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-24
  • End Date: 2024-10-24

Ársaðalfundur hildin í Norðurstovu i Norðurlandahúsinum leygardagin 23. mars 2019 kl. 11.00

Á fundi vóru 12 fólk. Turid Christophersen bjóðadi vælkomin og skrivari felagsins, Ingi Samuelsen, varð valdur til fundarstjóra. Hann staðfesti, at fundurin var lógliga lýstur við lýsing í Sosialinum 8. mars 2019.

  • 1. Ársfrásøgn og framtíðarætlan
    Turid Christophersen, forkvinna, fekk síðan orðið at greiða frá, hvat er hent siðan seinasta aðalfund. Hon greiddi frá arbeiðinum, sum verður gjørt í FNF, eitt nú um Nordjobb, sum eftir hennara tykki ikki hevur nóg stóran áhuga hjá føroyingum, og at felagið tí eigur at átaka sær uppgávuna at gera reklamu fyri hesum tiltaki.
    Forkvinnan greiddi eisini frá um rithøvundavitjanina, sum endar nú, um bókasavnsvikuna, sum nú broytir navn til bókmentavikuna og um 100 ára haldi fyri at tey fyrstu norrønu feløgini vórðu sett á stovn í Danmark, Svøriki og Noregi.
    Hon greiddi eisini frá um veleydnaða høvudsstadarfundin í Keypmannahavn og um ætlaðu ferðina til Suðuroyggiar, um ætlaðu útferðina til Norðoyggjar, ið vísti seg at gerast ov dýr til at nevndin helt tað vera ráðiligt at fara og um veleydnaða jólahugnan í Reinsarínum og kjakfundin um mál í Norðurlondum, ið varð hildin á einum sokallaðum nátturabita-tiltaki í Norðurlandahúsinum.
  • 2. Framløga av grannskoðanum roknskapi
    Skrivari felagsins, Ingi Samuelsen, legði fram roknskapin, ið er grannskoðaður av skrásetta grannskoðarafelagnum Menta og Tórleivi Hoydal sum innanfelags grannskoðara. Roknskapurin góðkendur.
  • 3. Val av stjórn og 2 tiltakslimum
    Tríggir nevndarlimir fyri vali, Eyrith Leyni og Heri Á. Simonsen vórdu afturvald meðan Rakul í Gerdinum varð nývald fyri John Johannesen, ið ikki ynskti at taka vid afturvali.
    Marjun Patursson og Brynhild Næs Petersen vórdu valdar til tiltakslimir.
  • 4. Val av grannskodara og tiltaksgrannskoðara
    Uppskot um afturval, og harvið er Tórleivur Hoydal innanfelags grannskoðari við Jens Mariusi Poulsen sum tiltaksgrannskoðara. P/F Menta er uttanhýsis skrásettur grannskoðari.
  • 5. Asetan av limagjaldi
    Samtykt at limagjaldid verður óbroytt, kr. 150,- um árið. Fíggjarætlan samsvarandi hesum varð einmælt samtykt.
  • 6. Ymist
    Einki mál var innkomið til fundin.
    Jens Marius Poulsen kunnaði um flaggsiglingina, sum verður í summar. Ein floti á 7 skip fer úr Føroyum 16. mai vid kóst móti Danmark, har vitjað verður Odense og Aarhus, áðrenn farið verður til Keypmannahavnar, har lagt verður at Norðuratlantsbryggjuni 2. juni.
    Ingi Samuelsen kunnaði um ætlanina at skipa fyri eini altjóða ráðstevnu á Føroyum um máli sum tann mentali strukturin í Norðurlondum.
    Gunn Hernes, stjóri fyri Norðurlandahúsið, vitjadi eisini fyri at fortelja um seg sjálva og sínar ætlanir við Norðurlandahúsinum komandi tíðina.

Fundurin lokin umleid kl. 12.30
Tórshavn 23. mars 2019
Ingi Samuelsen, skrivari

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.