OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-24
  • End Date: 2024-10-24

Ársaðalfundur hildin í Norðurstovu i Norðurlandahúsinum mánakvøldið 15. juni 2020 kl. 19.00

Á fundi vóru 12 fólk. Turid Christophersen bjóðadi vælkomin og greiddi frá at talan var um ein fund, sum upprunaliga varð lýstur at vera á norðurlandadegnum 23. mars. Orsaka av koronahóttanini varð hesin fundurin útsettur.
Siðan varð Høgni Djurhuus valdur til fundarstjóra. Hann spurdi fundarluttakararnar, um fundurin kundi metast vera lógliga lýstur. Skrivari felagsins upplýsti, at nevndin hevði tikið avgerð um at fáa fundin avgreiddan skjótast møguligt. Við tað, at nevndin metir fundin at vera tann sami, sum varð lýstur sambært viðtøkunum at vera 23. mars, hevði nevndin tikið avgerð um ikki at lýsa henda fundin eftir vanligari mannagongd, men heldur gera tað við at senda út teldupost til limirnar, og lýsa hann væl og virðiliga í útvarpinum.
Fundarstjórin spurdi, um fundarluttakararnir høvdu nakað ímóti, at aðalfundurin varð hildin sambært hesum, og tað hevði ongin nakað ímóti.

  • 1. Ársfrásøgn og framtíðarætlan
    Turid Christophersen, forkvinna, fekk síðan orðið at greiða frá, hvat er hent siðan seinasta aðalfund. Hon greiddi frá arbeiðinum við at skipa fyri eini málsráðstevnu, sum skal haldast í sambandi við, at Føroyar hava formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum saman við Danmark og Grønlandi. Rættiliga óvist er í løtuni - orsaka av korona-støðuni - hvørji tiltøk kunnu haldast í ár. Í løtuni verður arbeitt við, at halda ráðstevnuna 23. september, sum er útnorðurdagur. Hon greiddi eisini frá, at ætlaða uttanlandsferðin til Norðuronglands í samstarvi við Fuglafjarðar kvø1dskúla er útsett til 2021. Eisini er høvuðsstaðarstevnan, sum í gjár skuldi verið hildin í Oslo, útsett til 2021. Nevndin arbeiðir við eini útferð, sum í ár verður til Nólsoyar - roynt verður at gera útferðina 11. juli.
    Í tilknýti til formansfrágreiðingina las Turid eisini upp eitt skriv, sum ætlanin er at kunngera. Skrivið snýr seg um norðurlendsku handfaringina av koronasmittuni, har Norrøna Felagið heldur, at alt ov lítið samstarv hevur verið millum Norðurlond í hesi álvarsomu støðu.
  • 2. Framløga av grannskoðanum roknskapi
    Skrivari felagsins, Ingi Samuelsen, legði fram roknskapin, ið er grannskoðaður av skrásetta grannskoðarafelagnum Menta. Av ymsum korona-relateraðum orsøkum eydnaðist tað ikki at fáa roknskapin góðkendan av innanhýsis grannskoðaranum í ár. Hóast hetta varð roknskapur felagsins góðkendur.
  • 3. Val av stjórn og 2 tiltakslimum
    Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, Turid Christophersen og Torbjörn Nyström. Tey vórðu bæði afturvald uttan mótvalevni. Marjun Patursson og Brynhild Næs Petersen vórðu afturvaldar til tiltakslimir.
  • 4. Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara
    Uppskot um afturval, og harvið er Tórleivur Hoydal innanfelags grannskoðari við Jens Mariusi Poulsen sum tiltaksgrannskoðara. Pf. Menta er uttanhýsis skrásettur grannskoðari.
  • 5. Ásetan av limagjaldi
    Samtykt at limagjaldið verður óbroytt, kr. 150,- um árið. Figgjarættan samsvarandi hesum varð tikin til eftirtektar.
  • 6. Ymist:
    Einki mál var innkomið til fundin.

Fundurin lokin umleið kl. 20.15
Tórshavn 15.juni 2020
Ingi Samuelsen, skrivari

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.