OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-22
  • End Date: 2024-10-22

Aðalfundur Norrøna Felagsins 2021 varð hildin í Skálanum í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 12. apríl. Ein 20 fólk møttu upp til fundin.

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali. Rakul í Gerðinum, sum hevur sitið í nevndini í tvey ár ynskti ikki at halda fram í nevndini. Skotið varð upp at velja Beintu Danielsen í hennara stað.

Eyrith G. Leyni og Heri Á Simonsen tóku við afturvali. Tá fleiri uppskot ikki komu, vórðu tey trý vald utan atkvøðugreiðslu.

Atkvøðugreiðsla mátti hinvegin til at finna tveyr tiltakslimir. Tá samanum kom, vórðu Marjun Patursson og Rakul í Gerðinum valdar til tiltakslimir í nevndini.

Í síni frágreiðing til aðalfundin segði Turid Christophersen, forkvinna soleiðis:

Seinasta ár var formansfrágreiðing merkt av at corona rakti og ávirkaði árið, tann ávirkanin sæst veruliga í ár, so at siga alt virksemi er lagt um orsaka av farsóttini. Ikki bara hjá okkum, men í norðurlondum og sum heild.
Okkara árligu fundir eru umlagdir til at verða talgildir, og tí hevur ongin ferðing verið til norðurlond. Eg havi luttikið á tveimum talgildum formansfundum og skrivarin náddi ein skrivarafund í Berlin í ár. Møguligt hevur verið at luttikið á Norðurlandaráðsfundum og ráðstevnum á netinum og tað hava vit eisini luttikið á.
Tað hevur víst okkum, at vit kunnu tillaga okkum soleiðis at feløg og virksemi ikki er steðgað upp, men tað hevur eisini víst, at feløgini gera bert tað mest neyðturviliga, og heldur ikki meir enn tað.

Hátíðarhald 23. mars

Tað var eisini serliga gleðiligt, at hátíðarhalda 23. mars í ár her í Norðurlandahúsinum í ár. Tiltakið, sum uttanríkisráðið skipaði fyri, gav okkum møguleika at luttaka og handa norðurlendska herðaklappið. Á tiltakinum fingu vit høvi at hoyra kjak millum ungar politikkarar um norðurlond, eins og vit hoyrdu Lív Róadóttir Jaeger bera fram av sínum yrkingum.

Norðurlendsk Herðaklapp

Norðurlendska Herðaklappi var í ár latið hjúnunum Þóru Þóroddsdóttir og Martin Næs fyri serliga fyri teirra bókmentanarliga arbeiði. Hesi føroysk-íslendsk hjúnini hava verið fyrimyndarlig í norrønum høpi. Martin við sínum bókmentaliga avriki, bæði sum bókavørður, høvundur og týðari, og seinni sum embætismaðurin í Mentamálaráðnum, sum hevur arbeitt við norðurlendska mentanarsamstarvinum burturav.

Þóra Þóroddsdóttir hevur eisini verið ein íðin týðari, og hevur flutt íslendskar bókmentaskattir yvir í vakurt føroyskt mál, ikki minst meistaran Haldór Laxness, hvørs skaldskap hon hevur talað so heitt fyri í Føroyum. Hjá okkum í Norrøna Felagnum hava vit havt stóra gleði av vakra málinum hjá Þóru, serliga undan jólum, tá hon – ja, tað er vorðið siðvenja eftirhondini – lesur hugtakandi íslendska kvæði hjá Jóhannesi úr Kötlum um teir 12 jólasveinarnar á norðurlendska jólahugnanum, sum felagið skipar fyri á Reinsarínum undan jólum saman við norðurlendsku vinafeløgunum í Føroyum.

Málráðstevna

Norrøna Felagið hevur í 2020 arbeitt við at fyrireika eina málráðstevnu, sum æltanin var at halda í seinasta heyst. Orsaka av corona var hon útsett, arbeitt verður enn við at halda somu ráðstevnu, vónandi í heyst í ár. Ráðstevnan snýr seg um framtíðar mál í norðurlondum, seianstu árini hevur enska málið gjørt seg meira galdandi í norðurlondum og millum ung, spurningur er tí um tey norðurlendsku málini eru við at fella niður í millum komandi árini. Tá norðurlendska málið er ein stórur partur av at skilja hvønn annan og mentanirnar í londunum verður spurningurin eisini, hvat vit gera komandi árini fyri at styrkja norðurlendska málið.

Skulu vit náa málinum at verða tann mest integreraða regiónin í verðini, so mugu vit eisini kenna og skilja hvønn annan.

70 ára føðingardag

Norrøna Felagið hevur 70 ára føðingardag í november, og tí er eisini ætlanin at skipa fyri einum føðingardegi á ársdegnum, eins og vit vóna at kunna halda jól í Reinsarínum í ár. Norðurlendsk jól í Reinsarínum var avlýst seinasta ár, orsaka av corona.

Føðingardagurin hjá Norrønafelagnum í november gevur okkum møguleika at skipa fyri ørðum tiltøkum saman við, eitt nú málráðstevnuni, ið ætlanin var at hava seinasta ár ella eitt bókmentatiltak, ið samband við norðurlendsku bókmentavikuna í november.

Vit eru spent uppá nýggju avbjóðingina at kunnu um norðurlendsk projekt í Føroyum. Norrønafelagið fær komandi ár 100.000 kr. frá ráðharraráðnum at arbeiða við, til kunning og at skipa fyri kunningartiltøkum um norðurlendsk projekt – serliga ætlað skúlaungdómi. Nevndin kemur komandi tíðina at skipa arbeiðið.

Við fyrsta tiltakinum í ár, norðurlandadagin tann 23 mars. byrja vit eitt nýtt ár, ið minnir meir um undanfarin ár uttan corona. Vit eru tí spent uppá at kunnu seta tiltøk á skrá í ár og fyrireika komandi ár.

Góðan aðalfund

(Mynd: uppteljing mátti til fyri at finna tiltakslimirnir. Suni Vinter og Elsa Súsanna Jacobsen vórðu útnevnd til atkvøðuteljarar)

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.