OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Norðurlendsk rithøvundavitjan

Hesa vikuna, í døgunum 22.-24. januar, hevur virðislønti íslendski rithøvundurin Arnar Már Arngrímsson verið í Føroyum og vitja nakrar skúlaflokkar.

Hetta var partur í verkætlanini Norðurlendsk Rithøvundavitjan, sum Norðurlendska Ráðharraráðið saman við Norræna Húsinum í Reykjavík og Nordisk Kulturkontakt, hevur stuðlað seinastu árini.

Tíverri var hetta seinastu ferð, at vit høvdu høvi at fáa eina slíka rithøvundavitjan, tí projektið er endað, men heldur kortini fram nøkur ár afturat við rithøvundavitjanum í baltisku londunum og Hvítarusslandi.

Arnar Már Arngrímsson vann í 2016 bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri barna og ungdómsbókmentir fyri ungdómsskaldsøguna ”Sölvasaga unglings”, sum er um ein ungan drong og hansara avbjóðingar í tannárunum. Søgan er týdd til føroyskt og givin út á Bókadeild Føroya Lærarafelags undir heitinum ”Einki samband”. Tað er henda søgan, sum í hesum døgum verður lisin upp hvørt sunnukvøld í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Arnar Már vitjaði skúlaflokkar á Glasir, Eysturskúlanum og á Tvøroyrar skúla. Umframt at greiða frá sínum verkum, greiddi Arnar eisini frá heimbýi sínum, Akureyri, eins og hann gav næmingunum eitt innlit í íslendska málið. Eitt av høvuðsendamálunum við hesum rithøvundavitjanum hevur nevniliga verið at geva ungum í Norðurlondum meira kunnleika til grannamál.

Norrøna Felagið í Føroyum skipaði fyri ferðini til Føroya í tøttum og góðum samstarvi við Bókadeild Føroya Lærarafelags. Norrøna Felagið ynskir við hesum at takka Marjuna Patursson og Silju Aldudóttir fyri arbeiðið tær hava gjørt fyri at fáa hesa ferðina í lag og gera hana so væl eydnaða.

Myndir

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.