OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Skúlin liggur í einari lítlari bygd í Noregi, ið eitur Flekke.

Hevur tú hug og evni at taka eina dygdargóða, altjóða studentsútbúgving, kallað IB (Altjóða Studentsprógv), í einum mennadi og avbjóðandi sosialum umhvørvi? Ja, so er United World College í Noregi helst nakað, sum tú kundi hugsað tær.

Tú ert saman við 200 næmingum úr uml. 80 ymiskum londum. Á tann hátt lærir tú nógv um tolsemi, ósemjuhandfaring umframt aðrar mentanir, samstundis sum tú fært eina dygdarútbúgving, ið gevur atgongd til allar hægri útbúgvingastovnar, t.e. universitet o. l., í øllum londum.

Útreiðslur

Allar útreiðslur, t.e. skúlagjald og vistarhald, verða goldnar av Studna. Harumframt rindar Studni 3.100 kr. um árið til ferð millum Føroyar og skúlan.

Flekke

Men hvar fer útbúgvingin fram?
Jú, hon fer fra á United World College i Flekki í Noregi. Skúlin liggur uml. 100 km norðan fyri Bergen, og í sera vøkrum umnhvørvi. 

Freist at søkja

Fyri at søkja skalt í á sumri 2025 hava lokið 1. árið í einari gymnasialari útbúgving.

Freist at søkja um upptøku er fríggjadagin 28. februar, og upptøkusamrøður fara fram hósdagin 6. mars 2025.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar um skúlan fært tú við at venda tær til formannin í UWC Føroyum, Claus Reistrup, á telefon 55 50 37 ella til lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan í Noregi á hesi heimasíðuni:  uwcrcn.no

Upplýsingar um skúlan eru eisini at finna á Facebook

Skjøl

 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.