OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Vit bjóða til fund í skeiðshølunum í Námi við Hoyvíksveg 72 týsdagin hin 28. novembur 2023 kl 13:30 - 15:30

Góði lærari,

Saman við Námi og Føroya Lærarafelag bjóða vit til fundar í skeiðshølunum í Námi á Hoyvíksvegi 72 týsdagin hin 28. novembur 2023 kl 13:30-15:30.

Á fundinum fer Thomas Henriksen frá FNF at greiða frá um nýggja undirvísingarpallin Norden i Skolen , sum er á øllum norðurlendskum málum.
Dania O. Tausen, sum eisini kann lesast, hoyrast og síggjast á stóra nýggja norðurlendska pallinum, fer at syngja.

Allir lærarar eru hjartaliga vælkomnir til tiltakið, sum er ókeypis. Tó er neyðugt at tekna seg, tí einans 32 pláss eru tøk.

Vælkomin!

Torbjörn Nyström, formaður
Norrøna Felagið í Føroyum

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.