OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Norðurlandadagurin í Føroyum - UNG Í NORDURLONDUM - Leygardagin 23. mars kl. 14.00-16.30

UNG Í NORDURLONDUM

Norðurlandadagurin í ár setur sjóneykuna á norðurlendskt samstarv, sætt frá einum ungum sjónarhorni.

Norðurlandahúsið verður karmur um eitt spennandi og áhugavert ungdómstiltak við framløgum, tónleiki og kjaki, har tað at vera ungur í norðurlondum er á breddanum.

Norðurlandahúsið, NORA, Norrøna Felagið í Føroyum og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið bjóða til ein seinnapart, har trivnaður í økinum, og serliga í útjaðaranum, er í fokus. Tilmælini, sum vórðu samtykt á Ungdommens Nordiske Råd í Oslo á heysti í 2023, leggja støði undir dagsins evnum.

Ung úr Føroyum, Íslandi og Danmark leggja fram um norðurlendskar samstarvsmøguleikar og skipanir, sum styrkja økið, og aftaná verður panelkjak.

Vit borðreiða við brellbitum, kaffi og køku.

  • Norðurlandahúsið, Tórshavn
  • Leygardagin 23. mars kl. 14.00-16.30
  • Ikki er neyðugt við tilmelding
  • Tiltakið er alment og ókeypis.

Skrá

Kl. 14.00   Vælkomin Bjarni Kárason Petersen, norðurlendskur samstarvsráðharri
Kl. 14.10  Framløga: Tilmæli frá Ungdommens Nordiske Råd í Oslo
– Gunnvá Winther, forkvinna í Framsøkin Ung
Kl. 14.25 Framløga: Royndir frá Norðuratlantiska studentaflokkinum
- Svava Þóra Árnadóttir, fyrrverandi næmingur úr Íslandi
Kl. 14.35 Framløga: Nordjobb, ein starvsmøguleiki hjá ungum í norðurlondum
- Jonas Okkels Sørensen, nordjobbari úr Danmark
Kl. 14.45 Norðurlendska Herðaklappið
- Norrøna Felagið. Viðurkenning fyri serstakt norðurlendskt samstarv og arbeiði.
Kl. 14.50 Tónleikainnslag: Næmingar á tónleikabreytini á Nám X framføra
Kl. 15.00 Steðgur og lætt ábit
Kl. 15.15 Panel: Kjak millum ungar og eldri nordistar. Hvussu kunnu norðurlond blíva tað mest kappingarføra og integreraða økið, sætt frá einum ungum sjónarhorni.
Panelluttakarar:
  • Bjarni Kárason Petersen, norðurlendskur samstarvsráðharri
  • Johan Dahl, limur í Norðurlandaráðnum
  • Jógvan Jón Henriksen, luttakari í Nordregio verkætlan
  • Gunnvá Winther, forkvinna í Framsøkin Ung
  • Eyðdis Hartmann Niclasen, limur í Útnorðurráðnum
Orðstyrari: John Johannesen, miðlafólk
Kl. 16.20 Samanumtøka og takk fyri í dag
Norðurlandahúsið, leygardagin 23. mars kl. 14.00-16.30
Tiltakið er alment og ókeypis.

 

 

Myndir

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.