Hósdagin 23. september 2021 er útnorðurdagur.

Norðurlandahúsið hátíðarheldur dagin við tveimum áhugaverdum tiltøkum.

Fyrrapartin klokkan 10.00 verður íslendski filmurin "Alma" sýndur í Høllini. Talan er um filmin, sum Ísland hevur tilnevnt at vinna ársins filmsheiðursløn hjá Norðurlandaráðnum:

"Trý ára gamla Alma hevur verið úti fyri einari ógvusligari uppliving. Hon sá pápan blíva dripnan. Hon og mamman flýggja frá tí krígsherjaða heimlandinum til Íslands. Nú 25 ár seinni, er Alma dømd at sita á prykiatriskari deild fyri at hava myrt sjeikin hjá sær. Alma minnist einki til hendingina. Tá hon finnur útav, at sjeikurin enn er á lívi, tekur hon avgerð um at flýggja og veruliga fremja morðið".

Kristín Jóhannesdóttir hevur leikstjórnað og skrivað leikritið. Filmurin hevur norskar undirtekstir.

Sýningin er ókeypis, men neyðugt er at melda til á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, har tað eisini kann lesast meira um filmin.

Konsert við Jasmin og Inuanima
Klokkan 19.30 verður útnorðurlendsk konsert í Norðurlandahúsinum.

Tey luttakandi eru føroyska Jasmin og grønlendska Inuanima.

Inuanima er ein duo, sum skapar grønlendskan tónleik við íblástri úr frumsøgum og gudalæruni. Aviaja er útbúgvin sangari frá rútmiska konservatoriinum í Keypmannahavn umframt at hon er maskudansari frá grønlendska leikhúsinum, Tukak. Igor kemur upprunaliga frá fyrrverandi Jugoslavia og hevur útbúgving sum filmkomponistur frá Esbjerg Musikkonservatorium.

Atgongumerki til konsertina á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, har tað eisini kann lesast meira um tiltakið.

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.