Norrøna Felagið í Føroyum skipar saman við systurfelagnum í Íslandi fyri spennandi ráðstevnu hósdagin 1. oktober 2015 um ung og demokrati í Norðurlondum. Tiltakið er alment og verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

Ráðstevnan er ein partur av íslendska formansskapinum fyri Norðurlendska Ráðharraráðið í 2014. Upprunaliga var ætlanin bert at hava ta einu ráðstevnuna í sambandi við formansskapsárið, men eftir eitt sera væleydnað tiltakí Norræna Húsinum í Reykjavík við luttøku úr Íslandi, Finnlandi og Føroyum, varð heitt á Norræna Félagið um at skipa fyri eini líknandi ráðstevnu í Tórshavn.

Føroyska ráðstevnan er eitt samstarv millum norrønu Feløgini í Íslandi og Føroyum. Endamálið er at hava eitt kjak um hví ungdómurin ikki er meira virkin í sambandi við val, borgaraátøk og grasrótarrørslur, ella eru tey kanska virkin á ein annan hátt enn tey plagdu?

Tey, ið leggja fram á ráðstevnuni eru:

  • Rigmor Dam, landsstýriskvinna við mentamálum, bjóðar vælkomin.
  • Ragnheiður H. Þórarinsdóttir, fulltrúi í íslendska menta- ogkenslumálaráðnum og forkvinna í Norræna Félagnum í Íslandi - "Nordbuk och möte mellan unga i Norden".
  • Hallbera West, granskari, ph.d. - "Gransking innan demokrati í Føroyum"
  • Pia Nurmio-Peräla - "Young People and Nordic Cooperation; What Can I Do?"
  • Hjørdis Gaard, ráðgevi í Føroya Ungdómsráð - "Democracy and Yount People's Expectations"
  • Tór Marni Weihe, formaður í ungdómsráðnum í Tórshavnarkommunu - "Ung og politisk luttøka í Føroyum"

Ráðstevnan, sum er almenn, verður hildin í Norðurlandahúsinum hósdagin 1. oktober 2015 kl. 13.00 til 16.30.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.