Hetta vikuskiftið – 12. og 13. september – var á fyrsta sinnið hildin sambandsfundur í FNF, sambandi norrønu felaganna. Fundurin varð hildin í stásiliga Schæffergården í Gentofte í Danmark, sum verður rikin av Fondet for dansk-norsk Samarbejde.

Viðtøkurnar fyri felagsskapin eru broyttar, so at stórfundurin, ið fyrr kallaðist stýrifundur, nú er sambandsfundur – ”forbundsmøde”.

Sambandsfundirnir verða hildnir annað hvørt ár, og limalondini senda trý umboð til hesar fundir.

Trý umboð vóru frá Norrøna Felagnum í Føroyum. Tey vóru Turid Christophersen, forkvinna, og nevndarlimirnir Eyðun Húsgarð og Brynhild Næs Petersen. Harumframt luttók skrivarin, Ingi Samuelsen eisini.

Men tað vóru fleiri føroyingar á fundinum, tí Föreningen Norden í Álandi var eisini umboðað av einum føroyingi, nevniliga Maiken Poulsen-Englund, ið er búsett í Álandi.

Føroyingarnir á sambandsfundinum síggjast á myndini, ið er tikin framman fyri hugtakandi myndunum hjá mæta danska listamálaranum, Svend Havsteen-Mikkelsen, sum prýða móttøkuna í Schæffergården. Motivini kenna aftur frá altartalvuni í Hoyvíkar kirkju.

Umframt hesi luttók eisini Morten Stemre, frá Norrøna Ungmannafelag Føroya, umboðandi sambandið hjá ungmannafeløgunum, FNUF.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.