LIMAFUNDUR
Boðið verður til NORÐURMÓT 2023
í Reinsarínum hósdagin 5. januar 2023 kl 16:00 – 18:00
Vit bjóða øllum limum felagsins til limafund. Norðurmótið hevur til endamáls at greiða frá norðurlendska samstarvinum í árinum, sum fór og árinum, íð kemur við serligum atliti til Føroyar.
Skrá:
- Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum:
Úrslit av Norðurlandaráðsins samstarvi í 2022, og ætlanir í 2023. - Petur Petersen, limur í Norðurlendsku samstarvsnevndini:
Hvussu hilnaðist 2022 í Norðurlendska ráðharraráðnum, og hvørjar uppgávur liggja fyri framman. - Águsta Gisladóttir, íslendsk sendikvinna í Føroyum:
Íslandska formansætlanin í Norðurlendska ráðharraráðnum í 2023. - Torbjörn Nyström, formaður í Norrøna felagnum:
Ætlanir hjá Norrøna Felagnum í 2023. - Onnur, sum hava nakað at boða frá á sínum øki um tiltøk í 2023.
Innboðin eru:
- tey á talaralistanum,
- limir í Norrøna Felagnum, og
- embætisfólk á teimum ymsu politikøkjunum í Norðurlendska ráðharraráðnum