Norrøna Ungmannafelag Føroya hátíðarheldur finska tjóðardagin undir heitinum “Finski tjóðardagurin hildin í Føroyum - Finnland - millum Norðurlond og Russland”

Hósdagin 26. novembur kl. 19 hátíðarheldur Norrøna Ungmannafelag Føroya finska tjóðardagin, sum er 6. desember.

Danin Kim Sandvad West, granskari í finnskum og búsitandi í Finnlandi, fer at hugleiða og gera okkum kønari í finskari mentan og máli, og hvussu hetta passar inn í norðurlendska samstarvið.
Kim Sandvad West er í løtuni í Føroyum og undirvísir í finskum á Fróðskaparsetri Føroya. Kim er eisini formaður fyri lokala Norrøna Felagið (Pohjola Norden) í Vasa.

Vit sum búgva i Norðurlondum hava ofta lyndi til ikki reiðiliga at skilja sambandið millum Finnland og restina av Norðurlondum, tí mentanin í Finnlandi er nógv øðrvísi. Millum annað hevur finska málið ein heilt annan uppruna enn t.d. tað føroyska málið. Hví er Finnland ein partur av Norðurlondum og hvat eyðkennir finsku mentanina? Er Finnland ikki nærri grannalandinum, Russlandi, og hvat halda finnar sjálvir?

Vit seta spurningarnar: “Hví tosa finnar so løgið?” og “Hví dámar teimum væl at ganga í sauna?”, “Hvat eyðkennir Finnland?” og “Hví er tað ein partur av Norðurlondum, tá finnar ikki tykjast at vera so líkir hinum norðbúgvunum?”.

Kom oman í Jónas Broncksgøtu 25 (Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya), hóskvøldið kl. 19 og fá meira at vita innan finska mentan, søgu og mál. Fyrilesturin verður á donskum.

Kom ein túr og fá tær ein kaffimunn og karamellir við NUF'arum.
Øll eru hjartaliga vælkomin! :-)

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.