Tað var ein sera væl nøgdur Felice Vinci, sum sunnumorgunin setti seg í flogfarið hjá Atlantsflog eftir at hava vitjað í Føroyum saman við konu síni í eina knappa viku.

Framløgan á Argjahamri hóskvøldið gekk væl, og spurningarnir vóru fleiri og viðkomandi, hóast tað ikki komu so nógv fólk, sum ynskt varð frammanundan.

- Serliga var tað eitt upplivilsi fyri meg at vitja úti í Nólsoy, og eftir túrin eri eg bara vorðin enn meira sannførdur um, at oyggin Ogygia, sum Homer skrivar um í Odeussarkvæðinum, er Nólsoy, har Odysseus var fangaður í 7 ár av tí føgru Kalypso, segði Felice Vinci eftir at hann hevði verið ein túr í Nólsoy og lagt fram tankar sínar fyri nólsoyingum í kunningarstovuni.

- Um Kalypso var ein verulig kvinna, ein gudinna, ella bara ein kvinna, sum Odysseus ímyndaði sær maðan hann var skipbrotin í Nólsoy, er so ein heilt annar spurningur, leggur Falici Vinci afturat.

Eftir at hava vitjað í Føroyum hevur hann fingið lagt fleiri klípi afturat stóra putlispælinum tað er at vísa á, at gomlu griksku hetjukvæðini gingu fyri seg í Føroyum.

- Eg havi funnið fram til nakrar tillagingar, sum nú skulu gerast í teimum komandi útgávunum av míni bók. Tann fyrsta er ein fronsk týðing, sum kemur seinni í ár, segði Felice Vinci.

Heri Simonsen, nevndarlimur, tók framløguna hjá Felice Vinciupp á film, og tað ber til at síggja hana her

Myndir

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.