Mikudagin 28. oktober savnaðust føroyingar til væleydnaða móttøku á føroysku sendistovuni í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík.
Tiltakið var fyriskipað í tøttum samstarvi við eitt nú Norrøna Felagið í Føroyum. Norrøna Felagið hevur hesi seinastu árini verið við til at geva føroyingum í norðurlendsku høvuðsstaðunum høvi at hitta landsstýrisfólk og tingfólk í Norðurlandaráðnum. Uppgávan hjá Norrøna Felagnum hevur í høvuðsheitum verið at kunna um tiltakið og royna at fáa boðskapin út til so nógvar møguligar luttakarar sum møguligt.
Millum 30 og 40 fólk vóru við á tiltakinum í Reykjavík, ið varð hildið í kjallarahæddini undir sendistovuni á Túngøtuni.
Millum røðararnar á tiltakinum var forkvinnan í NorrønaFelagnum, Turid Christophersen.
Hon vísti á teir fantastisku møguleikarnar, sum vit og hinir norðbúgvarnir hava at kunna ferðast frítt millum londini, og hon vísti á, at tað er uppgávan hjá okkum øllum at verja og menna hesar fantastisku møguleikar, politiskt eins væl og fólkligt.
- Tað er tí eisini ein gleði hjá okkum í Norrøna Felagnum at arbeiða sum millumlið millum borgaran og politisku skipanina. Við norðurlendskum tiltøkum kunnu vit gera okkara part til at miðla ynskini hjá borgaranum til politisku skipanina, og frá politisku skipanini vera við til at føra setta politikkin út í lívið millum borgararnar, segði Turid Christophersen millum annað.