Norðurlendska samstarvið, og leikluturin hjá Føroyum í hesum sambandi, varð endavent á veljarafundinum, sum Norrøna Felagið skipaði fyri í Norðurlandahúsinum týskvøldið 18. oktober 2011.
Undirtøkan fyri fundinum var ikki tann heilt stóra, og hetta skyldast helst illveðrið, sum herjaði oyggjarnar hetta kvøldið. Men øll valevnini komu, og tey hildu nøkur sera áhugaverd innlegg um norrøna samstarvið og framtíðar leiklutin hjá Føroyum í hesum sambandi.
Ikki stór ósemja
Ásannast má eftir fundin, at tað ikki er tann stóra politiska ósemjan millum føroyskar politikarar, tá tað kemur til okkara leiklut í Norðurlandaráðnum og norðurlendska ráðharraráðnum.
Fleiri av politikarunum harmaðust um, at tey stóru londini í Norðurlendska samstarvinum, Svøríki, Finland og Danmark, í alt størri mun leggja dent á teirra samstarv við Evropa, og harvið hava lyndi til at gloyma ta norrønu dimensjónina.
Tískil er tað uppaftur týdningarmiklari hjá Føroyum - í tøttum samstarvi við Noreg og londini í útnorði - at gera vart við norrøna felagsskapin, og at beina hann á rætta kós.
Samveldi / unión
Upp á fyrispurningin um hvørt politikararnir tóku undir við tankunum hjá svenska søgufrøðinginum Gunnar Wetterberg at skipa Norðurlond í eitt samveldi ella unión, vóru útmeldingarnar meira varðisligar. Mett varð, at meira neyðugt er at styrkja samstarvið millum Norðurlond í núverandi høpi.
Men onkur helt eisini, at vit skulu vera opin fyri tankunum, tí tað kann vera so skjótt, so er heimurin rundan um okkum broyttur, og tí mugu vit eisini í hesum føri vera fyrireikað til komandi broytingar uttanífrá.
Studningsmøguleikar
Semja var kring alt borðið, um at tað ikki skal gerast munur á hvar ungfólk úr Føroyum fara at nema sær víðari lestur. Í mun til studningsmøguleikar skal tað ikki verða nøkur forðing, um ein ætlar sær at lesa í Norðurlondum, uttan fyri Norðurlond - ella heima í Føroyum.
Luttakarar
Pallborðsluttakararnir á fundinum vóru:
- Annika Olsen, Fólkaflokkurin
- Johan Dahl, Sambandsflokkurin
- Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin
- Kári á Rógvi, Sjálvstýrisflokkurin
- Høgni Hoydal, Tjóðveldi
- Hanna Jensen, Framsókn
- Rani Andrasson Skaalum, Miðflokkurin
Framløgur teirra kunnu síggjast við at trýsta á leinkjurnar
Takk til Hera A. Simonsen, sum hevur gjørt upptøkurnar.