OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Norrøna Felagið í Føroyum hevur hesa vikuna havt vitjan avíslendska rithøvundanum, Þórarinn Leifsson, sum mest er kendur fyri sínar barnabøkur.

Vitjanin er komin í lag umvegis verkætlanina Nordisk Forfatterbesøk, sum samband norrønu felaganna, FNF, samskipar. Tað er Marjun Patursson, sum samskipar rithøvundavitjanina vegna Norrøna Felagið í Føroyum.

Þórarinn varð tilnevndur bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri barna- og ungdómsbøkur fyri bókina ”Maðurinn sem hataði börn”. Þórarinn hevur vitjað tríggjar føroyskar skúlar á hesi vitjanini, har hann hevur greitt frá sínum ritverkum fyri næmingum úr 5. og 6. flokki.

Týsdagin 4. oktober vitjaði hann í Vestmanna og Kvívík, mikudagin 5. oktober í Sørvági og á Giljanesi og hósdagin 6. oktober aftur á Giljanesi.

Her greiddi hann frá sínum bókum og vísti fram sínar sermerktu tekningar. Hansara bøkur eru eisini sermerktar, tí bókin, sum næmingarnir hava arbeitt við, eitur ”Loyndarmálið hjá pápa” er um ein mann, sum etur fólk!

Næmingar og lærarar á føroysku skúlunum undraðu seg yvir, at hann hevur valt eitt slíkt evni, men Þórarinn greiddi næmingunum frá, at søgurnar ikki skulu takast so bókstavliga. Søgan er meira um fólk, sum bera uppá eina last, sum børnini ikki vilja hava skal koma fram. Tað kann tildømis vera foreldur, sum drekka, sita í fongsli ella hava aðrar trupulleikar í lívinum.

Vitjanirnar umvegis Nordisk Forfatterbesøk verða fíggjaðar av Nordisk Ministerråd.

Góðan Morgun Føroyar hjá kringvarpinum gjørdi eina samrøðu við Þórarinn.
Samrøðan kann hoyrast her

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.