OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Millum 40 og 50 fólk vóru møtt til kjak- og kunningarfundin um makrel og makrelsamráðingar, sum varð hildin í Perluni í Tórsgøtu mikukvøldið 17. november.

Nevndin í Norrøna Felagnum fegnast um góðu uppmøtingina til fundin, har Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur, og Andras Kristiansen leiðari fyri Fiskivinnustovuna (myndin omanfyri) greiddu frá um fiskaslagið, sum mest hevur verið tosað um í ár.

Jan Arge Jacobsen vísti á kanningarúrslit, sum vísa, at nógv meira er til av makreli í føroyskum sjógvi nú, eitt nú orsaka av, at meðalhitin í sjónum er øktur. Kanningarnar hjá føroysku Havstovuni eru, saman við øðrum kanningum, við til at undirbyggja føroyska kravið um at fáa størri lut í makrelkvotuni.

Andras Kristiansen greiddi frá hvussu fiskivinnusamráðingar um ferðandi fiskasløg ganga fyri seg, eitt nú við dømum um býtið av svartkjaftakvotuni.

Samráðingarnar um makrelbýtið hava langt eftir á mál, bæði tí at Ísland sum nýtt strandaland skal fáa ein part og tí at Føroyar gera krav upp á at fáa ein størri part í sín lut.

Spyrjiáhugin hjá áhoyrarum, sum fyri ein stóran part vóru fólk úr fiskivinnuni, var stórur, og fleiri áhugaverd sjónarmið vórðu førd fram.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.