Tykkum kunnugt var ongin útferð – sum vanligt – í juni mánaði í ár. Orsøkin var, at vit valdu at bíða við útferðini til í august, tá vit skipa fyri eini útferð í sambandi við, at Norrønu Feløgini í hinum norðurlendsku høvuðsstøðunum halda stevnu í Føroyum.
Í døgunum 25-27. august 2017 koma umleið hálvthundrað fólk úr Reykjavík, Oslo, Keypmannahavn, Stockholm og Helsingfors til Havnar á stevnu. Í hesum sambandi verður skipað fyri einum túri leygardagin 26. august.
Túrurin byrjar klokkan 9.30 á farstøðini, tá vit fara við bussi niðan í vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga, har Hákun Djurhuus, stjóri, og Terji Nielsen, menningarleiðari, greiða frá virkseminum har. Síðan verður farið ein túr norðureftir at vísa gestunum okkara vøkru náttúru. Ferðaleiðarar vera við á túrinum, og tey koma at leggja túrin til rættis. Helst verður vitjað bæði í Saksun og við Gjógv. Á heimleiðini fáa vit ein góðan nátturða í bygdarhúsinum í Hósvík, áðrenn farið verður á konsert í Norðurlandahúsinum um kvøldið.
Vónandi eru tað fleiri av okkara limum, ið taka av hesum góða tilboði. Tilmelding til túrin fer fram við at flyta 400 krónur á kontu felagsins í BankNordik: 6460-0001532245. Um tú ikki hevur goldið limagjald í ár, so 520 krónur. Tit kunnu eisini taka ein vin við fyri 520 krónur.
Tilmeldingarfreistin er týsdagin 22. august 2017
Við í prísinum er:
- Busstúrur við ferðaleiðara
- Framløgur um orku og rundvísing í vindmyllulundini í Húsahaga
- Góður matpakki, sum verður etin í Húsahaga
- Góður døgurði móti kvøldið
- Konsert í Norðurlandahúsinum kl. 20: Útnorðurrøddir við Snorra Helgason (IS) og Guðrið Hansdóttir (FO)