OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Ung í brennideplinum verður mikukvøldið 29. apríl kl.20.00

Norrøna felagið í Føroyum bjóðar upplýsing um tey nógvu tilboð til ungar føroyingar í hinum Norðurlondunum. Lærarar og næmingar í norðurlendskum háskúla vitja, og Hanus Johansen syngur í Norðurlandahúsinum mikukvøldið.
Tey ungu í Norðurlondum eru í brennideplinum í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 29.apríl 2009.

Tveir lærarar og tíggju næmingar á Nordiska högskolan í Kungälv í Svøríki www.nordiska.fhsk.se, fara at greiða frá um skúlan og tilboðið til føroyingar, sum fáa hálvt frípláss har.

Háskúlin bjóðar undirvísing í journalistikki, leiklist, vísusangi, bókmentum, foto og uttanlandsferðir eru eisini. Nógvir føroyingar hava verið í skúlanum, so her er eitt gott høvi hjá teimum at hitta lærarar og næmingar.
Hanus Johansen, sum eisini hevur verið næmingur í Nordiska högskolan í Kungälv, syngur í Norðurlandahúsinum mikukvøldið.

Føroyingar fáa 700,00 kr. um vikuna í stuðli frá CIRIUS í Danmark, www.ciriusonline.dk meðan tey eru í háskúlum í hinum Norðurlondunum.

Hoyvík og Grønland

Lærarar og næmingar í Hoyvíkar skúla hava samband við ein skúlaflokk í Grønlandi, og tey fara at siga frá tí.

ask.fo

Harafturat fer Holger Arnbjerg á Altjóða skrivstovuni, www.ask.fo at kunna um stuðulsskipanina Nordplus, sum er ætlað næmingum og lærarum á øllum skúlastigum, ja, frá barnagarði til universitet.

SU

Stuðul verður latin til samstarv við onnur Norðurlond. Kunnað verður eisini um møguleikan at fáa SU, stívar 5.000 kr. um mánaðin, við sær til SU-góðkendar útbúgvingar í Norðurlondum.

Summararbeiði í øðrum landi

At enda fer Laila Hentze, sum var Nordjobb samskipari í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, at siga frá um Nordjobb. Nordjobb bjóðar ungum fólkum í øllum Norðurlondum at arbeiða í onkrum øðrum landi enn sínum egna um summarið www.nordjobb.net

Ókeypis ella bíligt

Norrøna Felagið í Føroyum sigur, at endamálið við tiltakinum í Norðurlandahúsinum mikudagin 29.apríl kl. 20:00, er at gera ung í Føroyum varug við teir nógvu møguleikar, sum eru at fáa arbeiði ella útbúgving og lærdóm í hinum Norðurlondunum.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.