OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

At uppliva og gerast partur av einum mennandi og spennandi altjóða undirvísingarumhvørvi! Ja, so hevur tú møguleika fyri at søkja um upptøku á United World College í Dali, sum liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.

United World College Red Cross Nordic (UWC RCN) bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið á sumri 2022 er liðugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving, at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi.

IB (International Baccalaureate) er ein altjóða gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt studentsprógv.

Endamálið hjá UWC RCN-skúlanum er at virka fyri altóða friði og burðadyggari framtíð. Hetta verður m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 80 ymiskum londum búgva og lesa saman í skúlanum.

Studni rindar skúlagjald umframt gjald fyri innivist í skúlanum. Hetta merkir, at umsøkjari ikki samstundis fær stuðul frá Studna sum útibúgvandi.

Ferð aftur og fram millum skúlan og Føroyar verður goldin sambært galdandi reglum hjá Studna. Upphæddin er í 2022 kr. 3.100,-

Nærri upplýsingar um skúlan fært tú við at venda tær til formannin í UWC Føroyar á telefon 555037 ella til lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan á hesi heimasíðuni: uwcrcn.no

Upplýsingar um skúlan eru eisini at finna á Facebook.

Umsókn um upptøku á UWC RCN, avrit av seinastu støðumetunum saman við einari frágreiðing um teg sjálva/n, ið skal skrivast í umsóknarblaðinum, skulu umvegis teldupost sendast This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. í seinasta lagi hósdagin 10. mars 2022. Upptøkusamrøður við umsøkjararnar verða hósdagin 24. mars 2022, kl 16 í Tórshavn. Fráboðan um staðið verður send umsøkjarunum.

Umsóknarblaðið um upptøku á UWC RCN er at finna á heimasíðuni hjá:
Vegleiðingarstovuni vegleiding.fo
Reyða Krossi reydikrossur.fo
Undirvísingarstýrið undirvising.fo og
Norrøna Felagnum í Føroyum.

Umsóknarblað (docx 11 KB) um upptøku á United World College dowload her

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.