OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Summarútferðin í 2011 gongur sum áður fráboðað í Kalsoynna leygardagin 18. juni

Kallin

Farið verður av Farstøðini í Havn leygarmorgunin kl. 09.00 við bussi til Leirvíkar, haðani siglt verður yvir á Syðradal. Síðan verður farið við bussi norður til Trøllanesar. Av Trøllanesi verður farið til gongu saman við staðkendum fólki norð á Kallin. Túrurin er lættur. Fólk, ið ikki hætta sær gongutúrin skulu ikki setast aftur, tí skipað verður fyri spennandi vitjan fyri tey, ið ikki koma við á gongutúrin.

Húsar

Eftir gongutúrin verður farið til Húsar, har vit fáa ein góðan bita áðrenn vit aftur verða skjútsað yvir til Leirvíkar har bussur bíðar eftir okkum.

Tilmelding

Prísurin fyri henda spennandi túr er einans 300 krónur. Fólk, ið ikki eru limir í Norrøna Felagnum kunnu koma við fyri 400 krónur. Tó er avmarkað atgongd, og um fullteknað er, hava limir felagsins fyrstarætt. Við í prísinum er flutningur úr Havn og aftur, ein matpakki á Kallinum og ein veitslukend máltíð á Húsum.

Tilmelding fer fram við at flyta 300 krónur (400 fyri ikki-limir) á kontu hjá Norrøna Felagnum í BankNordik 6460-153.224.5

Pengarnir mugu vera komnir á kontuna í seinasta lagi týsdagin 14. juni

Limagjaldið

Stundin er eisini komin til at rinda limagjaldið fyri 2011. Á aðalfundi felagsins í mars mánaði varð samtykt, at limagjaldi framhaldandi skal vera 120 krónur um árið.

Um tú ikki longu hevur gjørt tað, verður tú vinarliga biðin um at rinda limagjaldið við at flyta 120 krónur á eina av kontunum hjá felagnum:
BankNordik: 6460-153.224.5
Norðoya Sparikassa: 9865-853.186.7
Suðuroyar Sparikassa: 9870-427.152.2
Lættast er, um tú fært peningastovnin hjá tær at stovna eina fasta flyting av limagjaldinum til Norrøna Felagið

Vinarliga
Ingi Samuelsen, skrivari felagsins
Tlf 217999

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.