Stórur áhugi var fyri søguliga fyrilestrinum, sum Norrøna Felagið skipaði fyri í Norðurlandahúsinum týskvøldið 11. februar 2014.
Minst 150 fólk upplivdu fyrilesturin við norska søgugranskaranum Bård Frydenlund, sum livandi greiddi frá politisku rembingunum, sum hendu í Norðurlondum í tíðini eftir at friðarsáttmálin varð undirskrivaður í týska býnum Kiel í januar 1818.
Heri Á Simonsen, nevndarlimur í Norrøna Felagnum tók fyrilesturin upp á video, og hevur fingið loyvi at almannakunngera hann.
Fyrilesturin við Bård Frydenlund kann síggjast her
Myndir
-
Norski søgufrøðingurin Bård Frydenlund2014 02 11Norski søgufrøðingurin Bård Frydenlund
-
2014 02 11
-
2014 02 11
-
2014 02 11
-
2014 02 11
-
2014 02 11
Norrøna Felagið fegnast um, at so nógv fólk vístu áhuga fyri okkara tiltaki í Norðurlandahúsinum týskvøldið 11. februar 2014.
Norski søgufrøðingurin Bård Frydenlund var áhugaverdur at hoyra. Sjálvur var hann eisini væl nøgdur fyri túrin, har hann upplivdi heilt nógv, hóast støðgurin bert var eitt lítið samdøgur.
Ein serlig tøkk til Regin Debess, sum lat okkum sleppa inn á Fornminnissavnið uttan fyri vanliga upplatingartíð.