OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri ráðstevna leygardagin 15. mai 2010 kl. 10.00 – 16.00. Øll eru vælkomin.
Orðstýrari er Elin W. Poulsen.

Evni fyri ráðstevnuna

Evni fyri ráðstevnuna er: Hevur Norrøna Felagið í Føroyum nakran tilverurætt?
Við at fara aftur til fólksligu røturnar skal norðurlendska samstarvið gerast viðkomandi og mennandi fyri vanliga føroyingin. Hvat fær føroyingurin burtur úr norðurlendska samstarvinum nú? Hvussu hevur Norrøna Felagið í Føroyum roynst frá byrjan til nú?

Kl. Evni
10.00 Vælkomin: Eyrith Guttesen Leyni, forkvinna í Norrøna Felagnum í Føroyum
10.10 Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við mentamálum, setir ráðstevnuna.
10.15 Tónleikur: Hanus G. Johansen
10.30 “Foreningen Norden. Hvad vil vi?” Gestarøðari: Ragnheiður H. Þórarinsdóttir, forkvinna í Norrøna Felagnum í Íslandi og forkvinna í Foreningen Nordens Forbund
10.50 Kaffisteðgur
11.00 “Wanted: Norrøna Felagið í Føroyum (- Hava tey nakran tilverurætt?)”: Birgir Kruse
11.20 “Café Pantopia – transatlantisk interaktiv cafe”: Brynhild Næs Petersen og Hanne-Louise Johannesen
11.45 Frágreiðing um Nordjobb: Ann Ellingsgaard, Norðurlandahúsið
12.00 “Norðurlendskt ella enskt í millumnorðurlendskum samskifti”: Jógvan í Lon Jacobsen
12.30 Nordplus: Holger Arnbjerg
12.40 Matarsteðgur
13.30 Norðurlendsk matmentan: Leif Sørensen
13.40 Evni og hugleiðingar um tá Norrøna Felagið í Føroyum varð stovnað í 1951 og endurstovnað í 1975: Bárður Jákupsson
14.00 Evni og fólkslig mentan: Jóan Pauli Joensen, professari
14.20 Kjak
14.45 Tónleikur: Finnur Jensen
15.10 Vinarbýarsamstarv og Tórshavn: Jóan Petur Hentze
15.20 Norrøna Felagið á Eiði: Bettemi Egilstrøð
15.30 Norrøna Felagið í Leirvík: Ólavur Sjúrðarberg
15.40 Norrøna Felagið í Føroyum og Kungälv: Georg L. Petersen
16.00 Endi: Smurt breyð
(11.05.2010 fyrivarni fyri broytingum)

Í forhøllini eru básar har norðurlendskar tónleika- og bókaútgávur verða sýndar fram. Framsýnarar eru Plátufelagið Tutl og Landsbókasavnið.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.