OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

11. mai varð skjøtil settur á norðurlendsku rapp-kappingina “Rap It Up”, sum fleiri kend norðurlendsk listafólk og fólk við kunnleika til hip-hop eru við til at fyriskipa. Dómsnevndin er mannað av fýra kendum fólkum innan hip-hop heimin: Svenska útvarpsvertinum Ametist Azordegan og rapparunum Per Vers úr Danmark, Redrama úr Finnlandi og Johan “Organismen” Hellqvist úr Svøríki.

Tað eru Norrønu Feløgini, sum hava tikið stig til Rap It Up-kappingina við stuðli frá Norðurlendska Mentanargrunninum, norðurlendska ráðharraráðnum og A. P. Møller Grunninum. “Rap It Up” samstarvar harafturat við ST-felagsskapin UNRIC og við norsk/svenska hiphop-tíðarritið Kingsize.

Kappingin er opin fyri ungum rapparum úr øllum Norðurlondum í aldrinum 14 til 22 ár, sum rappa á einum av norðurlendsku tungumálunum.

Fyrsta umfar av Rap It Up-kappingini fer fram á alnetinum umvegis heimasíðuna www.rapitup.org. Luttakararnir leggja sjálvir eina video á heimasíðuna, einfalt og lætt, og ein bólkur við serkønum fólki velur so út tey bestu løgini, sum koma við til norðurlendsku finaluna, sum verður hildin í Stockholm 30. september 2011.
Vinnarin av “Rap It Up” fær eina pengagávu umframt møguleika at spæla inn í einum professionellum upptøkuhøli í Stockholm við royndum framleiðara.

Fyri at fáa meira at vita um “Rap It Up” far inn á heimasíðuna www.rapitup.org ella set teg í samband við kunningarleiðaran Christoffer Silverberg: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. 

Fleiri upplýsingar um samstarvið millum norrønu feløgini og um norðurlendsku málkampanjuna fæst við at venda sær til verkætlanarleiðaran Carl Liungman:This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.