Mánadagin 15. apríl eru 100 ár liðin síðan Norrønu feløgini sóu dagsins ljós. Tá varð fyrsta felagið stovnað í Danmark.
100 ára dagurin verður hildin í Danmark við politiskari ráðstevnu á Christiansborg um dagin og gallashowi í DR koncertsalinum um kvøldið. Og møguleiki er at fylgja beinleiðis við í norðurlandahúsinum.
Norrøna Felagið bjóðar sínum limum at hyggja at showinum frá DR K saman í matstovuni í Norðurlandahúsinum, har felagið eisini bjóðar eina máltíð frá Smakka. Neyðugt er at boða frá luttøku á telduposti
Tiltakið í Norðurlandahúsinum byrjar klokkan 18.30. Showið, sum verður víst á stórskíggja byrjar klokkan 19.
Um dagin er eisini møguleiki at fylgja stroymingini frá ráðstevnuni á Christiansborg. Hetta hendir í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum frá klokkan 13 til 15.
Evnið fyri ráðstevnuni um datin er Heimsmálini hjá ST2030 og leikluturin hjá Norðurlondum í hesum sambandi. Tey, sum leggja fram á ráðstevnuni eru danski samstarvsmálaráðharrin Eva Kjer Hansen, Laura Londén, vara ST-aðalskrivari og stjóri í ST-stovninum UNFPA, Sigurður Ingi Jóhansson, íslendskur samstarvsmálaráðharri, Henrik Normann, stjóri í Norrøna Íløgubankanum og Henrietta Flodell, sum hevur arbeitt við ST heimsmálum sum umboð fyri ungdómin í Norðurlondum.