Aftur í ár verður skipað fyri norðurlendskum jólahugna á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Tiltakið verður leygardagin 14. desember 2019 kl. 11 til 16.
Tað eru norðbúgvar búsitandi í Føroyum, sum syrgja fyri jólahugnanum saman við Norrøna Felagnum.
Endamálið við hesum ókeypis tiltakinum fyri alla familjuna er at geva føroyingum høvi til at uppliva smakkin og angan, sum íslendingar, norðmenn, sviar, danir, grønlendingar og finnar seta í samband við jólahugna.
Hetta er fjórða árið, at skipað verður fyri hesum tiltakinum, sum byrjar klokkan 11 og endar út á seinnapartin um tað mundið, sum jólamenninir ætlandi skulu koma við skipi inn á Havnina.
Unnið tykkum og børnunum ein túr í jólapyntaða Reinsaríið fyri at vita hvussu til dømis grønlendskt palaanguit, svenskt glögg og danskar holukøkur smakka. Høvi verður eisini hjá børnunum at skriva ella tekna eina heilsan til jólamannin í Grønlandi.
Øll eru vælkomin. Ókeypis atgongd.