OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Norðurlendska bókasavnsvikan er ein verkætlan undir Foreningerne Nordens Forbund, sum arbeiðir við at breiða út norðurlendska lesing, bókmentir og útbúgving í Norðurlondum og økjunum rundanum.

Mánadagin tann 10. november 2014 byrjar Norðurlendska bókasavnsvikan fyri átjandu ferð fyri at birta undir upplestur, norðurlendskt frásøgukynstur og bókmentir. Vikan verður full av upplestri, framsýningum, orðaskifti og mentanarupplivingum á túsundtals bókasøvnum, skúlum og samkomuhúsum um øll Norðurlond og økjunum rundanum. Tá ið tað er myrkast í londum okkara, tendra vit eitt ljós og lesa bøkur. Hetta er grundtankin í Norðurlendsku bókasavnsvikuni.

Mánadagurin 10. november er stóri upplestrardagurin. Tá vilja vit hava so nógvar stovnar sum gjørligt at luttaka. Kanska seta vit eitt óalment heimsmet, tá ið tað á meiri enn 2.000 støðum verður lisið upp úr ársins útvaldu tekstum á teimum ymsu málunum.

Norðurlendska bókasavnsvikan er í tveimum pørtum –
“Sólarris” - upplestur fyri børnum um morgunin og
“Skýmingarløtan” - upplestur fyri vaksnum á kvøldi.
Haraftrat er ein bólkur, sum vendir sær til størri børn.

At taka lut í Norðurlendsku bókasavnsvikuni er ókeypis - her krevst bara áhugi. Saman skapa vit eitt serstakt upplivilsi - tá ið norðurlendsku bókmentirnar verða gjørdar livandi og fáa veruligar røddir í vetrarmyrkrinum. Fyri at staðfesta hvussu nógv luttaka á upplestrardegnum, verða allir luttakandi stovnar biðnir um at melda seg til á heimasíðuni Á heimasíðuni er eisini møguleiki fyri at fáa ókeypis tilfar sum t.d. badges og klistrimerki sendandi.

Melda tín skúla, títt bókasavn ella stovn til longu í dag undir merkinum "Tilmelding" og tak lut í størsta upplestrareventi í Norðurlondum.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.