OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Nordjobb, verkætlanin, ið samskipar summarstørv fyri ung í Norðurlondum, leingir í ár umsóknarfreistina til 30. juni. Orsøki er, at tað eru óvanliga nógv pláss eftir, ið ikki eru sett, og fleiri av teimum verða heldur ikki sett fyrr enn komið er longur fram á summarið.

Hetta inniber, at ung millum 18 og 28 ár, sum leita eftir summarstarvi, hava ein mánaða eyka til at skriva sína umsókn. Sum ”nordjobbari” er møguleiki at fáa starv innan ymsar vinnuvegir, tildømis á eldraheimi í Stockholm, á hotelli í norsku fjøllunum, á einum garði í Íslandi ella á einum flakavirki í Skagen.

Nordjobb hevur altíð havt ilt við at fingið umsøkjarar úr Føroyum, hóast tølini eru batnað hesi seinastu tvey árini. Framvegis er talið av føroyskum umsøkjarin tó bert ein brotpartur at samlaða talinum. Hetta gevur teimum fáu føroyingunum, ið søkja, ein góðan møgulgika at fáa tilboð um starv.

Møguleikarnir fyri starvi eru sum vera mann, tengdir av royndum á arbeiðsmarknaðinum, men fyri tann, ið ikki er kræsin er møguleiki at finna fleiri spennandi størv á heimasíðuni hjá Nordjobb.
Umframt at finna fram størv, syrgir Nordjobb eisini fyri bústaði og skipar fyri eini frítíðarskrá, har møguleiki er at hitta ungdóm frá øllum Norðurlondum. Nordjobb-verkætlanin er rikin av Föreningarna Nordens Förbund og fíggjað av norðurlendska ráðharraráðnum.

At søkja Nordjobb er ókeypis. Umsøknin verður send beinleiðis á www.nordjobb.net 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.