OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Tiltøk í 2010

Siv Friðleifsdottir, altingskvinna úr Íslandi, var í Føroyum í januar og helt tveir fyrilestrar í Norðurlandahúsinum. Annar var um kvinnur í politikki og hin um bankaskrædlið í Íslandi. Ferðin var sera væl eydnað og fjølmiðlanir gjørdu nógv burturúr. Norrøna Felagið fekk samstundis nógva umrøðu.

Ársaðalfundur var í mars 2010 í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum. Tey sum stóðu fyri vali í nevndina vóru, Carita Björklund og Hallstein Sigurðsson og ein nevndarlimur fyri Sóley Danielsen sum fór av landinum í 2009. Carita og Hallstein blivu bæði afturvald og Margretha Næss kom inn fyri Sóley. Eyrith Guttesen Leyni, Eyðun Húsgarð og Margretha Næss standa fyri vali í 2011.

Hettar var seinasti aðalfundur hjá Høgna Djurhuus og Eyrith takkaði honum fyri tíðina. Nýggjur skrivari, Ingi Samuelsen, varð ynsktur vælkomin.

Vit hava brúkt nakað av peningi til ráðstevnuna, sum varð játtað á seinasta aðalfundi av fænum, og við stuðli úr Mentamálaráðnum og øðrum. Vit hava økt um aktivitetin og skulu brúka pening til tað.

Ráðstevnan varð hildin í Norðurlandahúsinum 15. mai, við heitinum “Hevur Norrøna Felagið nakran tilverurætt”. Serligur gestur á ráðstevnuni var Ragnheiður H. Þórarinsdóttir, landsformaður Norrænu Félagsins í Íslandi og sitandi formaður í FNF. Hon greiddi frá støðuni hjá norrønu feløgnum í hinum londunum. Eisini Helena Dam á Neystabø var til staðar og helt ein fyrilestur, har hon m.a. frøddist um tað arbeiði, sum norrønu feløgini gera. Aðrir fyrilestrarhaldarar vóru Birgir Kruse, Brynhild Næs Petersen, Hanne-Louise Johannesen, Ann Ellingsgaard, Jógvan í Lon, Holger Arnbjerg, Leif Sørensen, Bárður Jákupsson, Jóan Pauli Joensen, Jóan Petur Hentze, Bettemi Egilstrøð, Ólavur Sjúrðaberg og Georg L. Petersen. Øll greiddu tey á sín hátt frá norrønum samstarvi, og vit kunnu siga, at niðurstøðan av ráðstevnuni var, at víst hevur Nørrøna Felagið í Føroyum ein tilverurætt, men at vit mugu duga betur at gera vart við okkum so at limir leggjast afturat. Ein serlig gleði var tað, at eisini Norrønu Feløguni á Eiði og í Leirvík góvu sítt íkast.

Summarútferðin í juni var til Sandoyar. Saman við Marius Clementsen, bátabyggjara, gingu vit úr Skálavík til smáttuna í Norðasta Haga har Laura Joensen og Páll í Dalsgarði borðreiddu við góðum magi. Øll vóru samd um, at tað var ein góð og áhugaverd ferð.

25 fólk frá Foreningen Norden í Frederikshavn vóru á vitjan í Føroyum í juni. Tey búðu í Klaksvík. Forkvinnan vísti teimum runt í Havn, og aftaná var døgurði í Mettustovu saman við nøkrum av okkara limum – eitt væl eydnað tiltak.

Vit hava eisini havt vitjan av Nordplus voksen saman við kvøldskúlalærara Jákup Strøm í Jákupstovu, teir greiddu frá sínum arbeiði við Nordpluss, tað vóru fólk úr Danmark, Svøríki og Finnland.

FNF, meginfelagið hjá norrønu feløgunum, sum Norrøna Felagið í Føroyum er limur í, hevði eitt seminar fyri nevndarlimir og starvsfólk í Lyngby í september. Har luttóku Eyrith, Carita, Margretha og Ingi við. Evnið var “ Oplæg om Foreningerne Nordens interne muligheder for øget samarbejde”. Eisini var evnið “Moderne nordisk union, vansar og møðuleikar.” Huðskot til á hvørjum økjum fokus skal setast á fyri at økja samstarv millum Norðurlond og tey sjálvstýrandi londini. Vansar fyri at tey sjálvstýrandi londini blivu burtur við eini norðurlendskari unión. Standa vit saman gevur tað styrki yvirfyri heimsins londum, tá tey ikki kenna mun á, um vit koma frá einum ávísum norðurlandi.

Í oktober var ein ráðstevna um at marknaðarføra føroysk tiltøk uttanlands og at professionalisera tiltøk í Føroyum. Fyrilestrahaldari Dr. Emmma Wood – serfrøðingur í Events Management. “Vinn pening úr luft” var heitið á ráðstevnuni. Okkara skrivari Ingi Samuelsen var á ráðstevnuni. Uttanríkisráðið stóð fyri tiltakinum.

“Makrelurin – eitt stríðsmál í Norðurhøvum” var heitið á einum fyrilestrarkvøldi, sum vit skipaðu fyri í Perluni í november. Fyrilestrarhaldarar vóru Jan Arge Jacobsen og Andrass Kristiansen. Sera væl eydnað tiltak har umleið 50 fólk luttóku – tó saknaðu vit fleiri av okkara egnu limum.. Kaffi og jólakøkur var aftaná og eitt gott prát.

Í november hevði Hallo Norden í Íslandi og Danmark eina ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Hallo Norden er ein kunningatænasta, har privatpersónar kunnu fáa kunning tá flutt verður millum Norðurlond. Tiltakið var saman við almennum stovnum/starvsfólki í Føroyum, og nøkur úr okkara nevnd vóru við - eitt sera gott tiltak, har upplýsingar um trupuleikar við flyting til annað norrønt land við uppihaldi var sera væl lýst á skandinaviskum máli. Um 60 fólk vóru við. Tey 4 fólkini úr Hallo Norden vóru bjóðað til ein góðan bita um kvøldið í Jákupstovu saman við okkara nevnd og vit fingu eitt gott prát.

Tiltøk 2011

Okkurt um 75 fólk møttu upp í Skálanum í Norðurlandahúsinum, tá svenski søgufrøðingurin og debattørur Gunnar Wetterberg 19. Januar 2011 legði fram sínar tankar um eitt møguligt norðurlendskt samveldi. Fyrilesturin var fingin í lag í góðum samstarvi millum Norrøna Felagið og Norðurlandahúsið. Við nógvari vitan og góðum innlivingarevnum greiddi Wetterberg frá um bakgrundina fyri eitt tættari samband millum norrønu londini og megnaði hann at lýsa allar teir fyrimunir sum londini kundu haft við at funnið saman í einum samveldi.

3. mars høvdu vit vitjan av norðurlendska málsamskiparanum Bodil Aurstad. Skipað var fyri einum kjak- og kunningarkvøldi, har fyrst Sólvá Jónsdóttir greiddi frá nýggju námsætlanunum, ið verða settar í gildi fyri fólkaskúlan, við serligum atliti til krøvini til at læra norrønu grannamálini. Aftan á hevði Bodil Aurstad ein áhugaverdan fyrilestur, har hon greiddi frá máltrupulleikanum í Norðurlondum. Fyrilestur hennara elvdi til áhugavert kjak aftaná. Okkurt um 25-30 fólk vóru við á hesum fundi.

Og í kvøld, 23 mars, Norðurlandadagin, halda vit so aðalfund, og aftan á verður ein konsert á altjóða støði. Í tøttum samstarvi við Norðurlandahúsið hava vit fingið grønlendska Rasmus Lyberth at koma hendavegin at halda eina almenna konsert á Norðurlandadegnum saman við okkara egna trubaduri Hanus G. Johansen. Vónandi fáa vit eina góða konsert eftir henda fundin.

Ætlan 2011

Vit arbeiða við at hava okkurt limatiltak afturat áðrenn farið verður í summarsvala. Limir eru komnir við hugskotum, men enn er ikki nakað endaligt komið upp á pláss. Men tað er hugaligt at uppliva, at limir venda sær til okkara við hugskotum um, hvat gerast kann.

Norrøn Feløg úr øðrum londum vitja so at siga á hvørjum ári í Føroyum. Viðhvørt seta tey seg í samband við okkum og til aðrar tíðir gera tey tað ikki. Vit hava ikki so nógvar møguleikar at vera teimum til hjálpar, men vit royna sum frægast. Trupulleikin er, at tá tey koma higar, er ikki tann stóri aktiviteturin í okkara felag. Men vit fara at gera eina roynd at savna tey fólk, ið eru áhuga í at vera við í samverunum, sum vit skipa fyri saman við gestum úr øðrum londum.

Í ár verður summarútferðin til Kalsoynna 18. juni. Vit ætla at skipa fyri eini bussferð allan vegin norður til Trøllanesar, har skipað verður fyri ymsum áhugaverdum. Tey, ið ynskja kunna fara ein gongutúr norð á Kallin, men ætlanin er eisini at skipa fyri onkrum fyri teimum, ið ikki hætta sær undir ein gongutúr. Ein máltíð verður eisini á túrinum. Lærd av royndum verður tað soleiðis í ár, at tey, sum koma við, skulu rinda luttøkugjald við tilmeldan.

Norrøna Felagið í Finnlandi bjóðar aftur í ár einum føroyskum listafólki til Finnlands eina viku í november. Hetta er eitt tilboð, sum føroyingar fáa annaðhvørt ár. Í 2009 var Brynhild Næs Petersen bjóðað, og í 2007 Búi Dam.

Komandi vetur eru liðin 60 ár síðan Heðin Brú og onnur góð fólk settu Norrøna Felagið á stovn. Hetta ætla vit at hátíðarhalda við eini veitslu í oktober , helst verður tað 8. oktober. Høvuðsuppgávan hjá nýggju nevndini verður at skipa fyri hesi veitslu, sum vónandi fer at eydnast væl. Tit frætta nærri um hesa ætlanina seinni á árinum.

Í 2010 hevður nevndin fyri Norrøna Felagið hildið 9 nevndarfundir.

Tann 1. Januar 2011 vóru 234 limir í Norrøna Felagnum í Føroyum. Limatalið var 222 tann 1. Januar 2010, so tað gongur spakuliga framá.

Eg farði at takka nevndini og skrivaranum í felagnum fyri samstarvið.

 

Eyrith Guttesen Leyni
23. mars 2011

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.