Fríggjakvøldið 6. juni verður Mentanarnátt í Tórshavn. Norrøna Felagið hevur gjørt av at gerast ein partur av hesum veitslukvøldi.
Tað gera vit við at bjóða limum, grannum, samstarvsfeløgum og almenninginum annars til Freistingar Janssons á Lützenstrøð. Vit seta upp eitt tjald á p-plássinum uttan fyri húsið har felagið hevur skrivstovu, og har verður siðbundni svenski rætturin, ið verður gjørdur úr eplum og sild serveraður við onkrum góðum afturvið.
Sostatt verður eisini her høvi at síggja hølini, har felagið hevur hildið til í skjótt eitt ár.
Tiltakið er frá klokkan 18 fríggjakvøldið og fram til klokkan 21. Klokkan 19 legggja Tróndur Enni og Lív Næs leiðina framvið og syngja nøkur løg.
Vælkomin til Mentanarnátt á Lützenstrøð 4, har tað eisini er frálíkt útsýni yvir Havnina.
Myndir
Myndir frá 6. juni 2014: