OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Í samstarvi við Filmshúsið fer leikstjórin, Charotte Sieling (f.1960) at innleiða sýningina við søguliga filminum "Margreta hin Fyrsta". Filmsfelagið vísir norðurlendska stórfilmin mikukvøldið 29. september klokkan 20.00

Vit eru í árinum 1402, tá ein kvinna stendur á odda fyri einum nýggjum norðurlendskum stórríki, Kalmarsamveldinum.

Margreta hin Fyrsta (Trine Dyrholm) hevur savnað Danmark, Noreg og Svøríki og fingið tey trý londini at ganga saman í ein ríkjafelagsskap, sum hon einsamøll stýrir gjøgnum ættleidda sonin, Erik kong.

Nógvir fíggindar liggja eftir henni og Ríkinum, og Margreta I ætlar tí at fáa Erik giftan við ensku prinsessuni Philippu. Eitt tílíkt samband við Ongland vildi styrkt Kalmarsamveldið og verið ein vernd móti álopum, hugsar hon.

Men svikaráð, sum kunnu kosta alt, verða løgd móti henni.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.