Helsingfors-sáttmálin
23. mars í ár eru fimmti ár liðin síðan sáttmálin, sum er grundarlagið fyri politiska samstarvinum millum norrønu londini, varð undirskrivaður.
Tað hendi í finska høvuðsstaðnum Helsinki. Tá í tíðini var vanligt at kalla henda bý Helsingfors, og tí hevur heitið á sáttmálanum líka síðan verið Helsingfors-sáttmálin, tó at tað eru fleiri, ið heldur vilja kalla hann Helsinki-sáttmálin.
Helsingfors-sáttmálin er so at siga grundlógin fyri Norðurlandaráðið, sum er tað parlamentariska samstarvið millum Norðurlond, og eisini fyri Norðurlendska Ráðharraráðið, ið er norðurlendska stjórnarsamstarvið.
Av fyrstan tíð vóru bert tey fimm sjálvstøðugu londini umfatað av samstarvinum, men seinni eru Føroyar, Áland og Grønland eisini komin við.
Kunningar- og kjakfundi í Norðurlandahúsinum
Mánakvøldið 30. januar skipar Norrøna Felagið fyri einum kunningar- og kjakfundi í Norðurlandahúsinum, har ljósvarparin verður settur á Helsingfors-sáttmálan og spurt verður, hvønn týdning hesin sáttmáli og norðurlendska samstarvið hevur fyri Føroyar.
Høgni Hoydal, løgtingslimur og fyrrverandi landsstýrislimur gevur eina søguliga gjøgnumgongd av norrøna samstarvinum soleiðis, sum tað hevur ment seg í tey fimmti árini síðan Helsingfors-sáttmálin varð undirskrivaður.
Søgufrøðingur
Høgni er upprunaliga søgufrøðingur. Men hann er kanska eisini tann persónurin í Føroyum, sum hevur arbeitt mest við júst Helsingfors-sáttmálanum, sum limur í Norðurlandaráðnum, umboðandi bæði Løgtingið og Fólkatingið, men eisini sum landsstýrismaður við ábyrgd fyri norðurlendska samstarvinum.
Júst Helsingfors-sáttmálin hevur verið eitt virkisøki, sum Høgni Hoydal hevur fingist nógv við í norðurlendska politiska starvi sínum, nevniliga í royndini at vinna Føroyum sjálvstøðuga umboðan í norrøna samstarvinum.
Fundurin um Helsingfors-sáttmálan verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 30. januar kl. 19. Eftir uppleggið hjá Høgna Hoydal verður høvi at seta fram spurningar og kjakast um evnið.