Limir í Norrøna Felagnum í Føroyum hava nú aftur møguleika at luttaka á høvuðsstaðarstevnu, sum í ár verður hildin í Reykjavík í døgunum 28. september til 2. oktober 2022.
Luttøkugjaldið er 285 evrur fyri hvønn, og í gjaldinum er umframt útferðir, ráðstevna og fundir eisini stórt hátíðarhald og veitsla, í sambandi við at Norræna félagið í Íslandi verður 100 ár í ár.
Limir tekna seg sjálvir til innan 1. september á norden.is/huvustadsmote, men teir skulu eisini boða Norrøna Felagnum frá á
Luttakarar syrgja sjálvi fyri at bíleggja ferð og gisting. Fleiri upplýsingar um gistingarmøguleikar og annað fáast við at venda sær til felagið.
Skráin kann takast niður her:
Program Hovedstadsmøde 2022 Reykjavik