Høvuðsstaðarstevnan í ár verður hildin í Keypmannahavn frá fríggjadegnum 31. august til sunnudagin 2. september. >p>
Sum kunnugt, er Norrøna Felagið í Føroyum nú vorðið partur av samstarvinum millum Norrønu Feløgini í høvuðsstøðunum.
Eftir væleydnaðu stevnuna í Føroyum í fjør, er tað nú Keypmannahavn, sum eigur tørn. Tey hava lagt eina spennandi mentanarskrá til rættis.
>p>
Byrjað verður við fyrilestri í "Nordens hus" mitt í Keypmannahavn, har umsitingin hjá Norrøna Ráðharraráðnum heldur til. Eftir hetta verður skipað fyri einum heilt serligum kanaltúri til tær norðaru kanalirnar í Keypmannahavn, eitt øki, ið vanliga ikki er opið fyri almenninginum. Her fer stjórin fyri "By og Havn" at greiða frá nýggju menningini av høvuðsstaðnum. Um kvøldið verður nátturði við Blixen-upplestri í Kong Håkons Kirke. >p>
Fyrrapartin leygardagin heldur formansskapurin sín fund, og henda løtan kunnu luttakararnir brúka til egin áhugamál. Seinnapartin verður vitjað á Karen Blixen savninum í Rungstedlund. Aftaná verður farið í Dyrehavsbakken fyri m.a. at vitja Korsbæk, sum vit kenna frá sjónvarpsrøðini, Matador. Á Bakken verður eisini nátturði. >p>
Sunnudagin verður møguleiki at velja seg inn á ein av fýra spennandi mentanarvitjanum:
Superkilen. Ein lund, sum Bjarke Ingels hevur teknað á Nørrebro, har ymiskleikin í býarpartinum verður fagnaður.
Davids Samling. Listasavn við bæði nýggjari og eldri danskari list og islamiskari og evropeiskari list.
BLOX - ein menningarverkætlan í Keypmannahavn við spæliplássum, kaffistovum og Dansk Arkitektur Center beint við Den Sorte Diamant.
Grønir býargarðar. Hugt verður eftir grønum oasum mitt í stórbýnum.
Luttøkugjald á høvuðsstaðarstevnuni er 175 evrur, sum er fyri flutning til tey ymsu støðini, vitjað verður, siglitúrurin fríggjadagin, nátturði og upplestur fríggjakvøld, atgongd til søvn, nátturði á Bakken leygarkvøld og døgurði/lunch sunnudag. Tó ikki drekkivørur.
>p>
Stevnan endar sunnudag umleið kl. 14. >p>
Neyðugt er at melda seg til og rinda luttøkugjald til Norrøna Felagið, sum stendur fyri víðari tilmelding.
Túrin til Danmarkar og uppihald má hvør einstakur standa fyri, men Foreningen Norden København hevur fingið sertilboð frá Comfort Hotel á Vesterbrogade 23, um meldað verður til innan 25. juli. Tilboðið ljóðar á kr. 1350 pr. samdøgur á einakamari við morgunmati og kr. 1550 á tvíkamari.