OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Hvørjir møguleikar eru hjá føroyskum vinnufyritøkum at víðka virksemið uttan fyri landoddarnar? Eru forðingar, sum gera tað trupult hjá føroysku vinnuni at virka í javnari kapping í øðrum Norðurlondum? Og er útferðarhugur yvirhøvur eitt ynski hjá føroyskum fyritøkum?

Hesir spurningar og aðrir líknandi verða viðgjørdir, tá Norrøna Felagið í Føroyum í samstarvi við Vinnuhúsið fríggjadagin skipar fyri heimleiðis¬fundi á Hotel Hafnia.

Skrá

Skráin fyri fundin:

  • Umboð fyri Norrøna Felagið bjóðar vælkomin
  • Annika Olsen, landsstýriskvinna við norðurlendskum samstarvi, greiðir frá um støðu Føroya í Norðurlondum uttan forðandi landamørk
  • Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, greiðir frá støðuni hjá føroyskum vinnufyritøkum, og teirra møguleikum at virka í øðrum londum.
  • Annita á Fríðriksmørk, samskipari hjá NORA, greiðir frá Halló Norðurlond-tænastuni
  • Herálvur Joensen, deildar¬leiðari í uttanríkistænastuni, greiðir frá royndunum, sum uttanríkistænastan hevur gjørt
  • Spurningar og kjak
  • Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, tekur saman um

Fundurin verður hildin í Høllini á Hotel Hafnia
fríggjadagin 17. februar kl. 16.00 til 17.30

Tiltakið er alment.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.